TF Ognir hevur keypt Tórshavnar Sjómansheim

Herfyri varð Tórshavnar Sjómansheim (Hotel Tórshavn) lýst til sølu.

Fleiri persónar/stovnar vóru áhugaðir at keypa Sjómansheimið, men tað endaði við, at TF Ognir keypti bygningin. Avtala um hetta varð undirskrivað leygarkvøldið 16. juli 2005 kl. 20.30.
Ognin verður keypt frá 1. august 2005, og ætlanin er, at sama rakstrarfelag, sum rekur Hotel Føroyar og Vallaraheimið við Oyggjarvegin, skal standa fyri rakstrinum av Hotel Tórshavn og leiga hotellið frá TF Ognir P/F.
So TF kemur ikki at hava nakað við dagliga raksturin at gera.

Tórshavn, tann 17. juli 2005
Gunnar í Liða