Amerikanski herurin og flogvápnið sprændu meiri enn 60 milliónir litrar av eiturevninum Agent Orange út yvir skógirnar í Vietnam í sekstiárunum. Endamálið var, at evnið skuldi fáa bløðini at detta av trøunum, so amerikanararnir skuldu hava lættari við at finna fíggindan, sum fjaldi seg í skógunum.
Tað vísti seg tó, at eiturevnið fekk aðra ávirkan eisini. Eina sera óhugnaliga ávirkan, tí síðani kríggið eru meiri enn tríggjar milliónir fólk fødd í Vietnam við brekum av alskyns slagi, og tað er staðfest, at talan er um genetiskan skaða av Agent Orange.
Í gjár byrjaði eitt rættarmál í USA, har nakrir vietnamesar krevja at fáa endurgjald fyri tann skaða, sum teir hava fingið av Agent Orange. Vietnamesararnir hava fyrr roynt at fáa endurgjald, men tá málið kom fyri rættin, vísti dómarin tí burtur, tí eftir hansara tykki var tað ikki nóg væl prógvað, at tað var Agent Orange, sum var orsøk til skaðan hjá saksøkjarunum.
Tað er ta avgerðina, saksøkjararnir vilja hava rættin at ógilda.