? Eg havi sjálvur havt eina heldur harða støðu til hetta mál, har eg havi víst á, at ikki ber til at blæsa og hava mjøl í munninum. Eg skilji, at fólk vilja hava ES pass, sum kann útskrivast í Føroyum, tí tað loysir nakrar praktiskar trupulleikar, og sakin er tann, at flytur tú niður at lesa kanst tú altíð fáa eitt ES-pass.
? Trupulleikin við hesi dupultstøðuni er, at ein partur av føroyingunum hava valt føroyska passið - tað grøna passið. Tey hava tá verri rættindi enn hini. Hetta er ein trupulleiki. Vit mugu fáa eina avtalu við ES, hvussu tað verður við okkara passviðurskiftum.
? Tað er ikki tí, at eg havi nakað ímóti, at vit fáa nøkur rættindi við at vera í ríkisfelagsskapi við danir, men vit mugu tryggja okkum, at tað ikki er tilvildin, sum ræður, men at vit hava skipað viðurskifti, so at vit ikki missa hesi rættindi, um eitt nú Danmark broytir síni viðurskifti við ES