Tey ungu skulu nú velja

Í døgunum 8. til 14. mars fer Bláikrossur undir eitt tiltak við heitinum "Valið er títt!". Ætlanin við tiltakinum er at kunna ungdóm um rúsevnismisnýtslu, vandan við rúsevnum og hvør hjálp er at fáa.

Bláikrossur: - Rúsevnir eru vorðin ein størri og størri trupulleiki, og tí er alsamt meir neyðugt at kunna tey ungu um vandan og fylgjurnar av rúsevnum, sigur Ásbjørn Berthelsen av Strondum.

Hann er fyri stuttum settur sum samskipari hjá hesum fráhaldsfelagsskapinum, sum nú leggur til brots við hesum nýggja átakinum.

Hetta verður gjørt sum ein partur av endamálinum hjá Bláakrossi, sum millum annað hjálpir fólki við rúsevnistrupulleikum. Hetta upplýsingarátakið hevur heitið “Valið er títt!“

Fyribyrgingarráðgevin hjá Bláakrossi, Beinta Joensen, fer saman við dananum Christian Werlo at vitja á skúlum og aðrastaðni at greiða frá um rúsevnir og rúsevnismisnýtslu.

Christian Werlo er fyrrverandi rúsevnismisnýtari og stikknarkomanur, og hann fer at greiða frá upplivingum úr sínum egna lívi. Eisini greiða tey frá um arbeiðið hjá Bláakrossi í Føroyum.

Tiltakið “Valið er títt!” vitjar á skúlum í Suðuroy mánadagin 10. mars, á Toftum og Runavík týsdagin 11. mars, á skúlum í Havn mikudagin 12. mars og fríggjadagin 14. mars eru tað skúlarnir í Klaksvík og Virkishúsið, ið sleppa at uppliva tiltakið “Valið er títt!”.