Tey ungu í Havn fáa nú sítt egna stað

Endamálið er at geva teimum ungu íblástur og møgulekarnir verða nógvir

Nú fáa tey ungu sítt egna bókasavn í Havn. Í morgin, hósdagin, letur nýggja Ungdómsbókasavnið upp og í tí sambandi verður hátíðarhald við røðum og framførslum, og tá verður eisini høvi  at síggja nýggja Ungdómsbókasavnið, sum har Býarbókasavnið er. Tórshavnar Býráð sigur, at tað hevur leingi verið tørvur á, at ungdómurin fær meira pláss og betri umstøður á Býarbókasavninum í Havn. Í fjør varð farið undir at umvæla á aðru hædd til endamálið og nú er so klárt at lata dyrnar upp Ungdómsbókasavnið klárt at lata dyrnar upp á nýggja Ungdómsbókasavninum, sum er serliga innrættað til tey ungu.

 

Býráðið sigur, at Ungdómsbókasavnið er blivið eitt fjálgt stað, sum gevur teimum ungu íblástur og undir góðum umstøðum. Umframt at hava eitt stórt úrval av ungdómsbókum, bæði á føroyskum, donskum og enskum, hevur Ungdómsbókasavnið eisini teknirøðir, borðspøl, lesikrókar og góðar lestrarumstøður. Á vetrarskránni fyri ung eru eisini lesiringar fyri ung, verkstovur og kvøld við borðspæli.

 

Latið verður upp klokkan 10 og seinasta tiltakið á skránni verður klokkan 18. Tað er unga listafólki Ýr Ákadóttir av Tvøroyri, sum hevur listprýdd Ungdómsbókasavnið.