Tey sungu við lív og sál

Konsertin við Ungu stjørnuskotunum í kommunuskúlaauluni var stak væl eydnað

Í fullsettari kommunuskúlaaulu mikukvøldið 15. mai sótu foreldur, systkin, ommur og abbar, vinir, kenningar og onnur, og lýddu á Ung Stjørnuskot, ið framførdu góðan rútmiskan tónleik..
Áðrenn konsertin byrjaði greiddi leiðarin Sigrid Sivertsen frá, at konsertin mikukvøldið var endabresturin av eini sera væleydnaðari konsertferð í Danmark. Greitt var í stuttum frá um skránna, har áhoyrararnir komu at hoyra nøkur av løgunum, ið Ung Stjørnuskt høvdu sungið á ferðini.
Talan var bæði um nýggjan og eldri tónleik, har hesi ungu stjørnuskotini eisini høvdu havt ein fingur við í leikinum, tá talan var um at mynda fjølbroyttu skránna.
Sigrid gjørdi vart við, at kommunuskúlaaulan var frálíka væl egnað til sang, men at hetta rútmiska kórið eisini nýtti elektrisk ljóðføri av ymiskum slag, og at hesi gjørdu at aukustikkurin ikki bleiv so góður, - kanska fóru ljóðførini at ljóða í so hart og órógva meira enn neyðugt var.
Ikki bar til at gera hølini um, so hon vissaði okkum áhoyrarum um, at allir sangarar og leikarar fóru at gera sítt allarbesta fyri, at ljóðið skuldi blíva so gott sum møguligt og vónaði at vit fingu eina góða konsert, - og tað skal eg heilsa og siga, at tað fingu vit.
Lagt var út við kórsangi, har meira ella minni øll í kórinum sungu við og vælspælandi tvørfloytutónleikararnir hóskaðu væl til allar sangirnar, har hesar vóru við. Byrjanin var annars merkt av eitt sindur av fjáltri, - tað var sum um ikki allar mikrofonirnar vóru rætt innstillaðar, og at tónleikararnir spældu ov hart, - júst, sum Sigrid hevði greitt frá, áðrenn konsetin byrjaði, viðvíkjandi aukustikkinum.
Tá alt kom til alt hevði hetta onki at siga, aftaná tvey ella var tað trý tey fyrstu løgini var innstillingin av tónleikinum og kórsanginum væl tilpassað og konsertin bleiv bara betri og betri.
Ikki ber til hjá mær at nevna nakran, ið skaraði framúr, - tey sungu øll somul framúr væl og reint, - við lív og sál, - men tey ið sungu fyri til fleiri av løgunum høvdu góðar gávur, tað hoyrdist á øllum brøgdum.
Á skránni vóru løg eftir bólkum sum The Beatles, Back Street Boys, Mettalica Five, Celine Dion og fleiri Gospelløg.
Móti endanum av konsertini var meira lív komið í bæði sangarar og áhoyrarar, sum nú eisini vóru farnir at klappa við í takt og onkur hoyrdist eisini syngja við til hesu kendu melodiøsu løgini.
Serliga var tað lagið ?Drive my car? hjá Beatles, sum nøkur av ungu stjørnuskotunum framførdu, ið fekk áskoðarafjøldina at reisast, - framman fyri pallin, á hála gólvinum, var fimleikur og ?break? dansur framførdur av sangarunum, alt ímeðan tónleikurin og sangurin ljómaði úr hátalarunum.
Nú havi eg ikki nevnt nógv um tónleikararnar, men sum áður nevnt spældu tríggjar gentur tvørfloytu, annars vóru tað dreingir ið leikaði á guitarar, trummur, tangentar o.s.fr.. ? at hesi, eins og allir sangararnir hava fingið holla vegleiðing og undirvísing hoyrdist týðiliga.
Tað lá væl fyri at syngja og spæla og so ljóðaði tað so stak væl eisini.
Frálíka væl eydnað konsert við hesum ungu stjørnuskotum, ið áhoyrararnir klappaðu uppaftur á pallin til eitt eykanummar, - sonn Stjørnuskot, - flott, flott.