Akademisku og torskiltu hugtøkini um marknaðarføring og lýsingarmarknaðin siga teimum millum lítið og einki.
Tey vóru skúgvaði til viks alt fyri eitt. Fremst av øllum, tí teir eru óroyndir og vita ikki stórvegis um tað.
Úrslitið er tískil einfalt og lætt.
Eitt filmstól, tveir pakkar við grillmati og ein høvuðspersónur.
- Tá ið tú keypir grill úti í Effo-støðini í Sørvági, ber væl til hjá tær at taka grill út við, leggur drongurin við stóra og ljósa hárinum varisliga fyri, meðan hann hyggur álvarsamur inn í filmstólið.
Lýsingin um rættiliga lekkru búffarnar og burgararnar, ið tey fáa burtur úr grillini, sum høvuðspersónurin tekur til, hevur havt gott og væl 11.000 hyggjarar á Youtube seinasta mánaðin.
Menninir handan einfaldu, men samstundis genialu, lýsingina eita John Sigurd Petersen og Allan Sonny Joensen. Við sínum lýsingum hava teir prógvað væl og virðiliga, at tað loysir seg at gera tað, tú brennur fyri. At starvsheitið og útbúgving er ikki altíð neyðugt fyri at vinna seg fram.
John Sigurd Petersen gongur í 10. flokki í skúlanum á Giljanesi. Hann fór í starv hjá Effo í Sørvági í apríl í ár. Hann og Allan Sonny, sum er eitt ár yngri, fingu brádliga hugskotið í oktober at taka upp lýsingar fyri Effo.
Teir vóru vælkomnir, so leingi stjórin ikki var á upptøkunum, vóru boðini frá leiðsluni.
- Vit væntaðu ongantíð, at undirtøkan bleiv so stór. Vit vita væl, at lýsingarnar eru ikki perfektar, men hinvegin undarligar og øðrvísi. Tað bilar einki, at tað víkir frá øðrum, sigur John Sigurd Petersen.
Hann er Effo-drongurin
Væl umtóktu lýsingarnar hjá vágadreingjunum hava havt við sær, at fólk kenna John Sigurd aftur á gøtunum, umframt, at hann hevur fingið fleiri teldupostar, har tað verður heitt á hann at taka fleiri lýsingar upp.
John Sigurd var í starvsvenjing á Hotel Hafnia, og fleiri av gestunum søgdu honum, hvar tey høvdu sæð hann.
Endamálið við lýsingunum var sjálvsagt at fáa fleiri vitjandi. Og tað hevur riggað.
- Hey, hatta er Effo-drongurin!, hava fleiri rópt eftir mær, tá eg havi verið í Havn. Tað er ein undarlig kensla. Fleiri skriva á Facebook, at tey hava vitjað á Effo í Sørvági, og onnur skriva, at nú noyðast tey at vitja her. Onkursvegna hevur tað eydnast væl við lýsingini, sigur John Sigurd.
Allan Sonny Joensen hevur mest verið maðurin handan upptøkutóli í lýsingunum um burgarnar í grillini, ísin og DVD-filmarnar. Hann ger greitt, at fleiri lýsingar eru ávegis.
- Jú jú, tað eru vit næstan noyddir til. Fleiri eru á veg, sigur hann lítillátin.