Tey njóta kavan

Í kavaveðrinum, sum hevur ligið í vikuni, spældu børnini í útibarnagarðinum, Spíranum, í Havnardali úti í góða veðrinum. Teimum dámar væl at vera úti og lupu tey skalv og skreiðaðu allan dagin

Endiliga, vilja summi kanska siga, kom kavin. Fyrst í hesi vikuni kavaði illa, og kavin legðist hvítur um alt landið. Til stóra frøi hjá summum og kanska heldur minni hjá øðrum.
Men nøkur av teimum, sum veruliga njóta gott av kavanum, eru børnini í Spíranum, útibarna-garðinum í Havnardali. Eitt sindur niðanfrá húsunum, uppi á einum heyggi, síggjast nakrir smáir prikkar. Viðhvørt flyta teir seg skjótt omaneftir, men so steðga teir aftur.
Tá gingið verður nærri ímóti hesum smáu prikkunum, sæst beinanvegin, at hetta eru børnini, sum ganga í útibarnagarðinum. Tey eru saman við arbeiðs-fólk-unum farin út at spæla í nógva kavanum. Ein stór skreiðibreyt er gjørd oman eftir heygnum, og longur uppi sæst, at børnin hava lopið skalv.
? Tað er ordiliga stuttligt at spæla í kavanum. Vit hava gjørt eina dukku, sum vit spæla er Jesus-barnið. Vit hava gjørt eygu og munn og nú fara vit at gera hár, sigur Diana, sum er ein av gentunum, sum sita niðast við skreiðibreytina og spæla.
Dreingirnir eru longur uppi, men teir nærkast eitt sindur. Børnini líkjast smáum kavamonnum, men tey eru als ikki køld, tí tey eru væl bjálvað. Kjálkarnir eru reyðir, og eyguni glógva.
? Vit hava verið úti síðani klokkan hálvgum ellivu í morgun, greiðir ein av teimum vaksnu frá. ? Matpakka við, og so eta vit úti. Tað gera vit altíð um veðrið er til tað.
Børnunum dámar væl at vera úti.
? Tey hava vant seg við tað, at tað er úti, tey skulu vera. Aðrir barnagarðar grenja um, at tey fáa ikki børnini út, men her er tað ongin trupulleiki.
Nú gongur leiðin heilt niðaná. Nú skulu øll børnini vísa okkum, hvussu skreiðibreytin riggar og hvussu tey leypa skalv. Genturnar verða tó sitandi, tær tíma kanska ikki eins væl alt hetta baksið. Men dreingirnir fara omaneftir við fullari ferð. Og tá teir eru komnir oman, fara teir við góðum treysti niðan aftur og royna einaferð afturat.
? Børnini eru eitt sindur móð nú. Vit hava verið úti so leingi, so nú fara vit skjótt at venda nøsini heimaftur.
Men hugurin er góður og veðrið eisini gott. Onkur kavaæl eru viðhvørt, men børnini njóta kavan. Tey hugna sær veruliga, tí hetta er jú fyrsta rættiliga kavaveðrið, vit hava havt í vetur.