Upptakt
Eftir mista oddasessin í farnu viku er einki at ivast í, at teir í B36 sum skjótast vilja hava gongd á aftur stigasavnanina, soleiðis at tað skal bera til at fylgja við grannunum, sum nú hava lagt seg á odda.
Og tað er heldur einki at ivast í, at B36 skal reisa seg, um teir skulu hava stigini móti B68. Toftamonnum vórðu tað ikki so nógv, sum roknaðu við undan kappingarárinum, men stigatalvan sýnir, at liðið í løtuni er á triðja plássinum í kappingini. Spælið hevur kanska ikki alla tíðina verið so framrættað, sum vit áður hava sæð tað, men verjan og málverjin hava verið sum livandi skansar, og i teimum 11 dystunum, sum liðið hevur spælt, eru bert sjey mál farin ígjøgnum.
Eitt bann í part
Og liðini bæði kunnu sunnudagin fara á vøllin við nøkrum, sum líkist sterkastu uppstilling. Hjá B36 er einasta fráveran helst Allan Mørkøre, sum fekk reytt kort seinasta sunnudag, og tað merkir allarhelst, at Ion Geolgau fer at umskipa verjuna hjá sær nakað. Mest nærliggjandi tykist her vera, at Fróði Clementsen verður settur inn í miðverjuna, og at Rúni Elttør fer á vinstra bakkin, sum hann var ætlaður til, meðan Kenneth Jacobsen so verður fluttur yvirum.
Hetta er tó sjálvandi treytað av, at Pól Thorsteinsson verður førur fyri at spæla við sunnudagin. Landsliðsleikarin hevur seinastu tíðina drigist við eina eyma hælsinu, og hesa vikuna hevur hann als ikki tikið lut í venjingunum hjá B36, men einamest hevur hetta verið gjørt, tí leikarin skuldi hava møguleika at hvíla seg.
Hjá toftamonnum var Fróði Benjaminsen ikki við seinast, men hann hevur so sitið sítt leikbann av sær. Tað merkir uttan iva, at hann aftur verður við stýrisvølin á miðvøllinum, men hinvegin má B68 so vera Jóhan Petur Poulsen fyriuttan, nú hann hevur leikbann.
Hvussu leikætlanin hjá liðunum báðum verður, bar ikki til at fáa at vita, men ivaleyst heldur B68 fast í, at verjuskipanin skal vera góð, fyri síðani at dúva upp á kontra.










