At leggja eldraøkið út til kommunurnar var ikki nóg væl fyriskipað, ásannar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum.
Tað er í samband við trætuna um heimarøkt av sjúkum, ið enn ikki eru fylt 67 ár, at Sirið Stenberg letur orðini falla.
- Tað var heilt greitt, at øll heimarøktin var løgd út til kommunurnar - ikki bert røktin av teimum, sum eru meira enn 67 ára gomul, sigur hon við Sosialin, sum tó er sinnað at lata landið spaða eitt sindur til, um neyðugt.
- Tað hjálpir hvørki teimum sjúku ella teirra avvarðandi, at vit keglast um, hvørt tað er landið ella kommunurnar sum skulu gjalda. Tað eru somu skattgjaldarar, sum gjalda bæði lands- og kommunuskatt, vísir hon á.
Les meiri um málið í Sosialinum, sum kom í postkassan í dag.