Tey lokalu byrjaðu showið

Tá prix semifinalan fór av bakkastokki í Trongisvági leygarkvøldið, vóru tað tvey lokal andlit, ið fóru fyrst á pall

Tvey lokal andlit komu fyrst á pall, tá semifinalan í Prix Føroyar kappingini fór fram í Trongisvági leygarkvøldið.
                      Jákup Magnussen, kendur útvarpsmaður, er av Tvøroyri og var sostatt á heimavølli, hóast hann í gerandisdegi sínum heldur til í Havn.
                      Hann hevur verið frásøgumaður øll umførini í ár, eins og undanfarin ár.
Hann kundi bjóða einum øðrum lokalum navni á pall. Jonhild Andreasen Nielsn, sangarinna og fyrrv. prixluttakari, setti í eginleika av forkvinnu í mentarnarnevnd Tvøroyrar Býráð prix tiltakið leygarkvøldið.
Hon fegnaðist m.a.um, at prixið kom á vitjan suðureftir, so suðuroyingar eisini fingu høvi at vera við og at hoyra, og so onnur eisini fingu høvi at vitja suðureftir. Og tá tey bæði fóru av palli, var klárt til tøttu finaluna í Trongisvági.