##med2##
Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan EM-landsdystinum móti Rumenia leygardagin. Einasti føroyski spælarin, sum hevur spælt í rumenskum fótbólti, er Kaj Leo í Bartalsstovu. Hann spældi við stórfelagnum, Dinamo Bukarest í 2016.
- Jú, tað er onkur, sum sendir mær eini boð á Instagram. Tey minnast meg enn, men Dinamo Bukarest er eisini eitt stórt felag, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu til venjing á Tórsvølli fyrrapartin í dag.
##med3##
Eftir samrøðuna við FM1 standa tvey fjølmiðlafólk úr Rumenia og bíða, tí tey skulu hava fatur á manninum, sum í 2016 spældi í rumenskum fótbólti. Tó bendir nógv á, at gøtumaðurin í íslendska Vali, byrjar á bonkinum.
- So má eg bara vóna at sleppa inn og gera mun, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.
Heimir skal venja Kaj Leo
Kaj Leo hevur havt sítt torførasta kappingarár í síni yrkisleið, eftir at hann undan hesum kappingarárinum skifti til íslendska meistarafelagið, Valur. Teir endaðu uttanfyri Evropa-plássini og føroyski landsliðsspælarin fekk einki álit frá venjaranum. Nýggjur venjari er Heimir Guðjónsson, sum hevur verið venjari hjá HB seinastu tvey árini.
- Hetta kappingarárið hevur verið vánaligt fyri bæði meg og Valur. Tað endaði slett ikki við tí, sum vit høvdu vónað, men nú kemur nýggjur venjari og eg kenni hann eitt sindur frá FH. Tað kann næstan ikki ganga verri enn tað hevur gjørt. Eg havi tvey ár eftir og ætli mær hvørtfall at gera nakað við tað, sigur Kaj Leo um støðuna í Vali.
Føroyar spæla móti Rumenia leygardagin klokkan 17. FM1 byrjar at senda klokkan 15. Í dag er Lars Olsen gestur í Fótbóltspanelinum, sum byrjar klokkan 16.
##ms##











