Nú eru tað longu mánaðir síðan, at borgarafundir og politikarar vísti á, at eldraøkið er fullkomiliga aftur út siglt í ávísum pørtum av landinum.
Tá tosaði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, um eitt uppskot, hon fór at bera niðan í tingið, sum skuldi syrgja fyri, at stuðulin til búpláss fyri eldri til kommunurnar skuldi hækka úr 500.000 krónum upp í 800.000 krónur.
Hóast sera nógvir kommunalpolitikarar hava víst á, at býtið av eldraøkinum sýnist sera tilvildarligt, og at hesir politikarar halda uppá, at ein avtala frá 2001 ger eldraøkið til eina landsuppgávu, og at hetta skuldi merkt, at kommunurnar ikki skulu taka sær av teimum eldru, so vóru hesir kommunalpolitikarar samdir um, at tað fór at betra um støðuna, um stuðulin til ellis- og røktarheim frá landinum hækkaði úr 500.000 krónum í 800.000 krónur, um 800.000 krónur ikki vóru meira enn helvtin av eindarkostnaðinum – kostnaðinum fyri hvørt plássið.
Ikki innbúgv
Men stuðulin umfatar ikki allan kostnaðin á búplássinum. Innbúgvið verður ikki talt við, og hetta kann sambært Gunnleyg Durhuus, leiðara fyri eldraøki hjá Nærverkinum, geva trupulleikar.
Hon vísir á, at hetta kann hava við sær, at spart verður við røktarsengrum og felags innbúgvi.
- Hetta merkir ein tyngri rakstur og fleiri sjúkradagar, sigur hon í hoyringssvari til uppskotið.
Rósa Samuelsen heldur tað somuleiðis vera løgið, at innbúgvið ikki er við.
- Eg má vera svarskyldug, men hatta er ein vanlig mannagongd, sum kanska skuldi verið broytt, sigur landsstýriskvinnan.
Niðurskurður
Tá uppskotið fór til hoyringar í flokkunum var skjótt skorið av. Áðrenn samgonguflokkarnir gjørdust samdir um at hækka eindarstudningin, so vóru 100.000 krónur skornar av uppskotinum.
- Eg haldi ikki, at hetta er nakað vánaligt signal. Vit síggja, at prísurin fyri hvørt plássið minkar í hesum tíðum, sigur Rósa Samuelsen. Sum er sannførd um, at eisini 700.000 krónur fyri hvørt plássið fer at muna væl.
Men tá prísurin minkar, so verður helvtin av eindarkostnaðinum minni.
- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki eru við at pressa nakrar prísir uppeftir, sigur landsstýriskvinnan.
Bara triðingur
Kommunusamkipan Føroya metir, at stuðulin í fyrsta útkastinum av uppskotinum – áljóðandi 800.000 krónur – er ov lítil, tí kommunusamkipanin vísir á, at eindarkostnaðurin er 2,1 millión, og tá verður studningurin bara 38 prosent.
Við hesum argumentum metir kommunusamskipanin, at studningurin skal hækkast upp á minst eina millión krónur.
- Á Mørkini var helvtin av eindarkostnaðinum minni enn 700.000 krónur, og tað uppfyllir øll krøv, og tað gera hini nýggju býlini eisini, sigur Rósa Samuelsen.
Eisini sigur kommunusamskipanin í viðmerkingunum, at hon metir, at studningurin til eldrasambýli skal hækkast, tí krøvini til eldrasambýli eru í dag, næstan líka høg, sum tey til ellisheim.
Í dag fáa sambýlir 50.000 krónur, men í uppskotinum verður lagt upp til 80.000 krónur fyri hvørt plássið.
- Kommunusamskipanin sigur, at tey kosta so nógv, men vit hava fleiri ítøkilig dømi, sum vísa, at eindarkostnaðurin er nógv minni, sigur Rósa Samuelsen.
Spart 13 milliónir
Í uppskotinum kemur fram, at 132 fólk hava bráfeingistørv á røktarheimsplássi, og onnur tøl vísa, at størsti tørvurin er í høvuðsstaðarøkinum.
Hyggja vit at talinum á fólki við bráfeingistørvi í mun til eindarkostnaðin, so síggja vit, at talið er 92,5 milliónir krónur.
Var talið 800.000 fyri hvørt plássið, so var samlaða talið 105,6 milliónir krónur.
Landið hevur tí, í mun til bráfeingistørvin, spart 13,1 millión krónur í hesum uppskotið í mun til upprunauppskotið.
Tá er ikki talt við, at uppskotið eisini er broytt soleiðis, at tað bara er galdandi fyri tvey ár í mun til trý í upprunauppskotinum.
- Tað er ikki bara fyri at spara, at vit gera soleiðis. Vit mugu ansað eftir, at landið ikki er við til at koyra nakrar prísir upp, sigur Rósa Samuelsen, sum er sannførd um, at kommunurnar megna at byggja á besta og bíligasta hátt. Hon vísir somuleiðis á, at orsøkin til, at lógin bara skal vera galdandi fyri tvey ár, er fyri at fáa kommunurnar til verka.
- Hevði hetta verið galdandi í 10 ár, so er stórur vandi fyri, at kommunurnar bara bíðaði, heldur enn at fara til verka alt fyri eitt, sigur landsstýriskvinnan.
Í løtuni er uppskotið til viðgerar í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum.