Hetta var aftaná ta fyrstu hvítusunnuna, tá ápostlarnir vóru samankomnir á einum staði í Jerúsalem, at Heilagur Andi kom niður yvir teir.
Hetta var tað, ið Jesus segði við lærusveinar sínar, áðrenn hann varð tikin frá teimum upp til himmals, - at hann skuldi senda talsmannin, Heilaga Andan til jarðar. Tað var júst tað ið hendi á hvítusunnu.
Hvørja ávirkan hevur hetta so havt fyri mannaættina, síðani hina fyrstu hvítusunnuna? Jú, menniskju hava verið gripin av Jesusi, soleiðis at hesin gleðiboðskapur eisini er náddur til okkara oyggjar úti í Atlantshavinum. Tað vóru menniskju, sum vóru kallinum lýðin, at fara við gleðiboðskapinum eisini til okkara landsmenn.
Tað var júst Heilagi Andin ið gav lærusveinunum hesa kraft at fara í lýdni út at boða gleðiboðskapin, eisini á okkara oyggjum, sum eru av heidnari rót. Hetta hevur so gjørt tað, at vit eisini hoyrdu boðskapin um Jesus og hansara undurfulla náði og kærleika móti menniskjum, sum eru fallin í synd vegna syndafallið á sinni, tá mannaættin var rikin úr Edens aldingarði.
Hvussu er statt í dag? Hetta er tann brennandi spurningurin, - eru vit líka íðin sum tey fyrstu kristnu, ella eru vit líkasæl?!
Eg lati henda spurningin standa opnan.
Gud gevi okkum eina gleðiliga hvítusunnu í Jesu navni. Síðani vil eg enda við einum hvítusunnusálmi, sum eg havi yrkt til hvítusunnuna 2007.
Halgi Andi, kom við megi
Lag: Vinir Guds á ongum sinni (Bf. 83/Danmark. 164,165)
Halgi Andi, kom við megi
eins og hvítusunnudag;
hann sum veitir sanna gleði,
sálir syngja lovsongslag.
Halgi Andi, lat meg kenna
hvat Guds vilji er í verð;
hann í trúnni vil meg menna,
altíð fremja kærleiksgerð.
Halgi Andi, við mær verði
her í dag og alla tíð;
so at alt á fold eg geri
lær meg stríða trúar stríð.
Halgi Andi, kom í náði
til hvønn syndara í verð;
hann í hjarta mínum ráði
her við síni sáttargerð.
(Kjartan Stakksund, Eiði)










