Tey finnast bara í Føroyum - men nú eru tey í vanda fyri at doyggja út

Løgtingskvinna spyr nú, hvat landsstýrið ger við tað

Verður einki gjørt fyri at bjarga tí føroyska rossinum, fer tað at doyggja út, akkurát sum tann føroyska kúgving longu er útdeyð, tí einki varð gjørt fyri at bjarga henni.

Tað heldur Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, og nú spyr hon Helga Abrahamsen, landsstýrismann, hvat hann ætlar at gera við tað.  

Hon vísir á, at føroyska rossið er sermerkt og tað finst bara her í Føroyum. Í nógv ár hava allar royndir at varðveita tað, verið sjálvboðið arbeiðið hjá privatfólki.

Tá ið tey fóru undir arbeiðið at varðveita tað serføroyska rossið, vóru bara fimm ross eftir á lívi. Í dag eru tey eini 90 í tali, harav 50 eru lívdjór, men skulu vit tryggja okkum, at stovnurin ikki doyr út, er neyðugt við 200 lívdjórum, sigur løgtingskvinnan.

Samstundis vísir hon á, at tað eru ov fá, sum ala ross, tí tað eru eisini ov fá at taka ímóti rossum. Og við tí alingini, sum er í dag, er so nógv innannøring, at tað er stórur vandi fyri, at einki fer at koma undan um nøkur ár.

Tí heldur Ingilín Didriksen Strøm, at tað er eisini neyðugt at vit fáa útflutt ross, so at fleiri verða at taka ímóti.

Hon minnir eisini á, at í 2010 tóku Føroyar undir við altjóða sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og sostatt hava vit bundið okkum til at tryggja tað lívfrøðiliga margfeldið, ið bara finst í Føroyum.

Í Føroyum eru nógv reiðfólk, og fólk, sum hava áhugað fyri rossum og tey hava eisini onnur ross enn føroysk. Men hon vísir á, at hóast allir bøndur í Føroyum høvdu føroysk ross í tann mun at tað var burðardygt fyri landbúnaðin, og hóast høvdu øll brúka føroysk ross, sum hava møguleika fyri tí, er tað framvegis ov lítið til at bjarga stovninum frá at doyggja út.  

– Tí er tað neyðugt at seta tiltøk í verk, skal føroyska rossinum vera lív lagað í framtíðini, sigur Ingilín Didriksen Strøm.