Tey elta framvegis hjá Gunnleivi

Tað verður framvegis elt í gamla bakarínum hjá Gunnleivi á Gripsvegnum. Fyrr var tað deiggj, men nú er talan um vøddar. Fysioterapistovan Stimbur hjá Beintu Danielsen er nú flutt inn í kendu býarmyndina í Havn

Mikudagin lat fysioterapistovan Stimbur upp í nýggjum hølum. Beinta Danielsen, sum eigur og rekur fysioterapistovuna, hevur keypt gamla bygningin hjá Gunnleivi á Gripsvegnum.
Alt virksemið verður nú flutt úr húsinum í Niðarugøtu í Hoyvík, har Stimbur higartil hevur hildið til, oman í gamla bakaríið.Týsdagin var móttøka fyri øllum áhugaðum í nýggju hølunum.
? Vit hava leingi leitað eftir einum nýggjum hølum niðri í býnum, men tað hevur verið sera torført at finna eini hóskandi høli, sum eisini lýkur øll krøvini frá danska heilsustýrinum, sigur Beinta Danielsen.

Strong krøv
Krøvini eru, at hæddin í hølunum í minsta lagi er hálvantriðja metur, so at inniluftin altíð er nóg góð. Harumframt er tað krav, at viðskiftafólkið ikki skal ganga ígjøgnum trappur fyri at sleppa inn, men hava atgongd beinleiðis frá gøtuni, og triðja kravið er, at privat parkeringspláss eru tøk.
Viðskiftafólkið hjá eini slíkari fysioterapistovu eru í øllum aldrum, og tey flestu verða send higar av kommunulæknanum.
? Sum fysioterapistova skalt tú kunna taka allar sjúklingar í viðgerð, og sjúklingarnir eru alt frá nýføðingum til oldingar, sigur Beinta.
Í løtuni starvast tríggir fysioterapeutar í Stimbri, men um fáar vikur verður ein fjórði settur í starv. Umframt Beintu Danielsen starvast Marjun Zachariassen og Ingilín Holm í fysioterapistovuni, og um nakrar vikur fer Durita Rouch eisini at arbeiða har.
Beinta hevur havt eini hús í Hoyvík, har hon hevði fysioterapistovu í kjallaranum, meðan familjan búleikaðist í ovaru hæddini. Nú hon hevur keypt hendan bygningin, fer familjan eisini at flyta inn í ovaru hæddini.
Upprunaliga húsaðist heimabakaríið hjá Doru kjallaranum, inntil Gunnleiv Mouritsen keypti húsini og bakaríið í 1962. Í 1972 bygdi hann út, soleiðis sum tey síggja út nú.