Tey brekaðu eru ikki gloymd

- Hóast viðurskifti teirra brekaðu ikki vóru á dagsskrá á tingi altjóða dag teirra brekaðu, eru tey ikki gloymd, men koma við í aðalorðaskiftið, sum verður um føroyskan sosialpolitikk. Tað er fyri at tryggja, at løgtingið ger greitt, at sosialpolitikkur eisini er ein spurningur um at raðfesta tiltøkini og at leggja ein langtíðarpolitikk á økinum, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hósdagurin í farnu viku var altjóða dagur teirra brekaðu. Í 1993 tóku allir flokkar á tingi undir við áheitanini frá MBF, Meginfelag Teirra Brekaðu, um at teir á hvørjum ári seta viðurskifti teirra brekaðu á dagsskrá. Hetta varð ikki gjørt í ár og í tíðindaskrivi dagfest 3. des. harmast Føroya Javnaðarflokkur, at dagurin varð tagdur burtur av Føroya Landsstýri og Føroya løgtingi.

Í svari til harmaskrivið sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almannamálum, at hon hevur valt at leggja upp til eitt aðalorðaskifti um føroyskan sosialpolitikk, har viðurskiftini hjá brekaðum fólki í Føroyum natúrliga hoyra uppí. Tískil vóru viðurskifti teirra brekaðu ikki á dagsskrá sjálvan 3. des., ið er altjóða dagur teirra brekaðu, men tey koma á skránna so skjótt frágreiðingin er liðug at leggja fyri tingið, tað vil siga seinni í hesum mánaðinum.

- Altjóða dagur teirra brekaðu er eitt gott høvi hjá øllum borgarum í Føroyum eins og í øðrum londum at taka viðurskifti teirra brekaðu til viðgerðar og til umhugsunnar, og at seta spurningin um hvør einstakur av okkum ger okkara til at lætta um tilveruna hjá øllum teimum, sum bera brek og um vit gera okkara til at tryggja, at teir borgarar, sum orsakað av einum ella øðrum breki fáa møguleikar at taka lut í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur.

- Hesin dagur eigur eisini at minna myndugleikarnar á ábyrgd sína. Í hesum sambandi var í fjør skipað fyri einum serligum orðaskifti í Løgtinginum um støðuna hjá brekaðum føroyingum.

- Í ár er ætlanin hjá landsstýrinum at skipa fyri einum aðalorðaskifti á Føroya Løgtingi um føroyskan sosialpolitikk yvirhøvur. Frágreiðing verður skrivað at leggja fyri tingið, og í hesari frágreiðing verður eisini dentur lagdur á at lýsa viðurskiftini hjá teimum sum bera brek, og hvussu vit kunnu bøta um viðurskifti teirra. Nýggj forsorgarlóg skal samtykkjast eins væl og nýggj barnaforsorgarlóg. Týdningarmikil lógarkarmur fyri tilveru teirra brekaðu. Og spurningurin um bústaðarviðurskifti teirra, arbeiðsmøguleikar og atkomumøguleikar teirra brekaðu til almennar bygningar verður eisini tikin upp í sambandi við orðaskiftið um framtíðar sosialpolitikk í Føroyum, sigur Helena Dam á Neystabø.

- Tá ið eg havi valt at leggja upp til eitt samlað orðaskifti er tað m.a. fyri at tryggja, at løgtingið ger greitt, at sosialpolitikkurin eisini er ein spurningur um at raðfesta tiltøkini og at leggja ein langtíðarpolitikk á økinum. Á henda hátt vónar landsstýrið at orðaskiftið um sosialpolitikkin og um viðurskiftini hjá brekaðum føroyingum gerst ítøkiligt og forpliktandi.