Terry skal ongan veg

Ray Wilkins, sum er venjari hjá Chelsea, slær fast, at John Terry ikki skal nakran veg úr felagnum. Fleiri av ensku bløðunum hava annars skrivað, at Terry er leiddur av tilveruni á Stamford Bridge, og at Manchester City stendur til reiðar við einum góðum tilboð. – Tað mugu vera nøkur øgiliga rík feløg, sum vilja hava Terry. Men eg rokni ikki við, at hann fer nakran veg. Hann elskar Chelsea, og familja hansara býr eisini her í økinum, so eg dugi ikki at ímynda mær, at hann skal nakran vegi, segði Wilkins við Radio Five Live.