Terji Rasmussen forsangari í Sjálvstýrisflokkinum

Nýggj nøvn stinga seg nú upp, sum bjóða seg fram til Løgtingið. Terji Rasmussen, sangari, verður væntandi á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymi.

Nú skal trívast í annað lag í Sjálvstýrisflokkinum.
Ein av forsangarunum verður Terji Rasmussen, sangari og tónleikari. At grundtónin Í Suðursteymoy verður hildin, fer Sámal Petur í Grund at syrgja fyri.
Báðir eru á veg upp á listan hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymi. Uppstillingarfundur hevur ikki verið, men nevndin í sjálvstýrisfelagnum hevur í hvussu so er teir báðar í uppskoti.
- Eg havi fingið fyrispurning frá felagnum í Suðurstreymi og eg havi sagt ja, sigur Sámal Petur í Grund.
Umframt Terja Rasmussen og Sámal Petur í Grund, stilla Klæmint Olsen og forkvinnan í felagnum Ása Olsen upp. Klæmint Olsen er hampuliga nýggjur í flokkinum, men er ikki nýggjur í politikki. Hann hevur umboðað Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar Býráð.

Flokkurin fyrst

Sjálvstýrisflokkurin hevur ofta verið borin av einum ella tveimum kendum andlitum, men hesum ætlar flokkurin at sleppa burturúr.
Ása Olsen, forkvinna í sjálvstýrisfelagnum í Suðurstreymi, vísir til stríðið í flokkinum, tá Helena Dam á Neystabø tók seg úr flokkinum og kjak og kegl tók seg upp í bløðunum beint undan valinum.
- Nú skulu vit ikki hava eitt stjørnuskot. Tá tað er vekk, so dettur alt burtur. Nú skal flokkurin profilerast og ikki einstøk valevni, heldur Ása Olsen.
Hon vísir aftur, at flokkinum tørvar ungar veljarar og ung valevni.
- Vit hava ungfólk á listanum og eg vænti, at okkara veljaraskari er eins blandaður og aðrir, sigur Ása Olsen.

Lassi við aftur

Í Eysturoynni verður Lassi Klein eitt av valevnunum. Hann hevur verið burturi í nøkur ár, men roynir seg nú aftur. Landsstýrismaðurin í oljumálum. Eyðun Elttør, stillar upp í Norðoyggjum.
Við seinasta løgtingsval eydnaðist tað ikki flokkinum at hava lista í Suðuroy, men soleiðis verður ikki hesuferð.
- Eg haldi flokkurin hevur fótað sær aftur eftir trupulleikarnar uppundir seinasta løgtingsval, sigur Ása Olsen.
Uppstillingarfundirnir hjá sjálvstýrisflokkinum vera mánakvøldið.