Terje Sigurðson, deildarleiðari í føroyska Kappingareftirlitinum, hevur tikið við einum nýggjum nevndarsessi í Grønlandi. Framyvir skal hann røkja sessin sum næstformaður í grønlendska kappingarráðnum.
Fyri in.fo upplýsir hann, at hann varð biðin um at koma í nevndina, tí hann hevur so nógvar royndir innan økið.
- Vit eru sjey fólk í nevndini, og varð eg á seinasta fundi valdur til næstformann. Orsøkin til, at eg eri í nevndini, er vegna mínar royndir innan økið og mítt innlit í kappingarviðurskiftir í smærri londum, sigur Terji Sigurðson.
Talan verður tó ikki um nógva ferðing millum londini hjá nýggja næstformanninum.
- Tey vænta, at tað verða tveir fundir um árið, har ein teirra er gjøgnum Skype, so hetta fær onga ávirkan á mítt arbeiði í Føroyum, sigur Terje Sigurðson.










