Teresa verður tikin av døgum í nátt

Í nátt verður Teresa Lewis tikin av døgum í einum fongsli í amerikanska statinum Virginia, og tað er fyrstu ferð í næstan eina øld, at ein deyðadømd kvinna verður avrættað har. Seinast var í 1912.

Tann nú 41 ára gamla Teresa Lewis varð dømd til deyða fyri at hava leigað tveir menn til at beina fyri manni sínum, Julian Lewis, og fostursoninum í oktober í 2002.

Teir báðir drápsmenninir vórðu tiknir og dømdir lívlanga fongsulsrevsing, men annar tók lívið av sær í fongslinum fyri fýra árum síðani.

Í nátt verður Teresa Lewis spent føst, og síðani hon eina eiturinnspræning í æðrarnar, skrivar AP.