Brestur á tequilavirki: Fimm deyð

Í øllum førum fimm fólk eru deyð og tvey løstað í einum bresti á einum tequilavirki í Meksiko.

 

Tað var á Jose Cuervo-brennivínsvirkinum, í býnum Tequila, at minst sjey persónar vórðu løstaðir ella doyðu.

 

Tað skrivar CNN.

 

Sambært trygdarmyndugleikunum í meksikanska statinum Jalisco, so fóru tveir tangar – við hvør sínum 219.000 litrum av tequila — um koll av brestinum.

 

Myndugleikarnir hava tí arbeitt undir hátrýsti við at tryggja, at tequilia ikki er komið í kommunalu frárenningina.

 

Orsøkin til brestin er enn ikki staðfest.