Kvinnurnar hjá KÍF vunnu hóskvøldið tepran sigur á KÍF. Fimm sett skuldu til, áðrenn sigurin var kollfirðingunum vísur, og tó at tað ikki broytir so nógv á stigatalvuni, so er einki at ivast í, at sigurin sálarliga kom væl við.
Hjá Fleyr mundi talan hinvegin vera um eina staðfesting av, at liðið ikki hevur stórt annað enn botnsessin uppibornan í inniverandi kappingarári, og tá teimum munnu hyggjuráðini tí fyrst og fremst vera at venda eyguni fram móti komandi kappingarári.










