Á Argjum fara tey at tendra jólatræið við brúnna um Sandá klokkan 17 í dag Í sanbandi við at jólatræið á Argjum verður tendrað kl. 17 í dag, fara Jógvan Arge, býráðslimur, og Heri Joensen, prestur, at halda røðu.
Eisini verður tónleikur, og er tað orkestrið G.H.M., sum fer at spæla. Argjafólk fáa eisini ein drekkamunn, sum ein skúlaflokkur á Argjum fer at bjóða.
Í sambandi við tiltakið verður eisini jólasøla av ymiskum. Eisni ?Sílahúsið? er pyntað, og møguleiki verður at vitja tað.
Jólasølan verður í tíðarskeiðnum frá kl. 15 til 18, og sjálvt jólatræðið
verður tendrað kl. 17.