Temakvøld
Í kvøld klokkan 19 verður Miðlahúsið í Vágsbotni karmur um eitt temakvøld um lágorkubygging, sum tiltakið verður rópt.
Teir, sum í fyrsta lagi fara at greiða frá, verða umboð fyri føroyska felagið Farhouse og Bozel í Danmark. Fyritøkan RenoVent, sum hevur sæti í Hósvík, verður eisini við.
Tiltakið verður í fyrsta lagi ein neyv kunning um nýskapandi bygging, bjálving og eftirbjálving, sum bæði er áhugaverd fyri privatfólk, vinnulív og almennu Føroyar.
Greitt verður frá um konstruktiónir, tættleika og bjálving, og greitt verður eisini frá fyrimunum og vansum við tøttum og vælbjálvaðum húsum og bygningum.
Skráin fyri kvøldið, sum er rættiliga áhugaverd og fjølbroytt, snýr seg um øll húsini – heilt úr erva og niður á fundamentið, soleiðis at sleppast kann undan kuldabrúgvum í vælbjálvaðu húsunum.
Kunnað verður eisini um, hvussu tú kanst byggja tær húsini úr øðrum enn tí traditionella tilfarinum, har dentur verður lagdur á eitt nú sement, flamingo, gips og viðlitað puss.
Gilli Trónd, ið starvast sum verkætlanarleiðari hjá Farhouse, sigur, at eftir framløgurnar í Miðlahúsinum verður høvi til prát um tað, ið sagt hevur verið, og tá ber eisini til hjá áhugaðum at fara í ”dýpdina”.