Høgni Mohr
Heykurin. Taktikarin. Hansara Grátign, monumentalisturin. Hugtøkini eru mong og litrík, tá ið dulnevndir politikarar, ið kenna Finnboga Ísakson, skulu lýsa mannin við einum orði. Mannin við dreyminum um løgtingshúsið. Nýggja løgtingshúsið.
Hann er tingformaður og situr yvir øllum á løgtingsins tignarstiga. Er gamal í garði á politiska vígvøllinum, har hann trívist væl í andgletti. Eisini nú, seint á sínum politiska blómaskeiði.
Hóast siðiliga medferð tykist altíð okkurt speirekandi at liggja undir beinraknu orðingunum, tær sjáldsomu ferðirnar, hann nú kemur í hornatøkur við politisk mótstøðufólk. Ofta fólk, sum andliga tykjast væl yngri enn hann. Undir øllum umstøðum eftir lokið stríð.
Yvirlivdi politiskt sjálvmorð
Upprunaliga er hann klaksvíkingur, men øll, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at hann á ongum sinni hevur verið lokalpolitikari. Tað heldur hann heldur ikki sjálvur.
Hann var bert 23 ára gamal, tá hann skumpaði fremsta valevnið Tjóðveldisfloksins í Klaksvík, Johan Simonsen, av rókini, og varð valdur á ting í 1966. Her átti hann sess í samfull 18 ár. Seks ár var hann burturi úr tinginum, men varð valdur aftur í 1990. Síðani hevur hann verið kosin; og undir sitandi samgongu formaður á tingi.
Tríggjar ferðir var hann landsstýrismaður. Í 1975 gjørdist hann landsstýrismaður í samferðslu-, post- og skúlamálum. Hann keypti Smyril og fekk postverkið og fólkaskúlan á føroyskar hendur. Eitt stutt skifti í 1989 royndi hann seg sum fíggjarmálaráðharran, sum smekkaði lokið í lás, tá tað av álvara var farið at fjara í pengakassanum. Í ringastu krepputíð í 1993 fór hann undir triðju landsstýrissetu sína. Aftur nú settist hann á kassan, ið nú var skralltómur. Hann hækkaði skattatrýstið, sum summir eygleiðarar hildu, og enn halda vera politiskt sjálvmorð. Tá, sum áður, vóru tað fólk í hansara egna flokki, ið noyddust at dvína. Men Ísakson yvirlivdi.
Ongin fittur drongur?
Finnbogi er útbúgvin fjølmiðlamaður. Longu 20 ára gamal fekk hann starv í Útvarpi Føroya. Longi og við millumbilum var hann knýttur at útvarpinum, men fór í 1984 undir slóðbrótandi arbeiðið í nýklakta Sjónvarpi Føroya. Eisini hevur hann verið blaðstjóri á 14. September og Tíðindablaðnum. Rithøvundur er hann eisini. Hvør minnist ikki forvitnisligu árbøkurnar, Aftur og fram.
Flestu vita, at løgtingsformaðurin eisini hevur roynt seg sum yrkjara. Aftan fyri skaldanavnið, Pegasus, sum yrkti mangar skemtiligar og speirekandi tættir til tær nú klassisku V4 sendingarnar, stóð Finnbogi, sum tá hevði eftirnavnið Isaksen. Barnasangir hevur hann eisini yrkt. Syngur tú, far lítli út um eina løtu og spæl, og ver nú so fittur ein drongur?, eru tað orð hansara, ið ljóma. Men hendan fitta boðskap hevur politikarin, Finnbogi ongantíð tikið til sín sjálvs.
Óatkomandi hugsari
Ein tingmaður, sum bæði hevur arbeitt saman og ímóti Finnboga staðfestir, at Finnbogi hvørki er vanligur maður ella politikari.
? Finnbogi hevur politiskt tev sum ongin. Hann dugir ikki bara væl at flyta politisk talvfólk haðar ongin væntar. Hann hugsar eisini talvið liðugt, sigur hesin ónevndi. Fleiri aðrir politikarar taka undir við hesum skoðsmáli, og onkur leggur aftur at, at Finnbogi hevur óvanliga tjúkka húð, er treystur og ótroyttiligur. Og konsentreraður.
Óli Breckmann, samgongufelagi, sigur, at tá Finnbogi fer at spekulera, so er hann fullkomuliga óatkomandi.
? Tá hann gongur á tinghúsloftinum við álboganum í lógvanum, haldandi sigarettini fyri munnin, kann tað larma sum tað vil rundan um hann. Hann hugsar. Og eg veit, at hann hugsar um politikk, sigur Óli Breckmann.
Betri á ungum árum
Ein av størstu politisku mótstøðumonnum Finnboga, fyrrverandi løgmaðurin, Pauli Ellefsen, rósir Finnboga fyri ikki at ræðast politiskan mótstreym.
? Hóast vit eru grundleggjandi ósamdir, havi eg stóra virðing fyri honum. Hann hevur dirvi at taka politiskar avgerðir, sum ikki hóva teimum flestu. Hækkingin av tingmannalønunum var eftir mínum tykki ein taktiskur brølari, serliga tí Starvsmannafelagið júst tá kravdi lønarhækking til sínar limir. Men Finnbogi fór kalt og sinniliga til verka. Og hann fekk málið framt, sigur Pauli Ellefsen, sum kortini heldur, at Finnbogi var størri taktikari á yngri árum.
? Fara vit 24 ár aftur í tíðina, tá Finnbogi fór í landsstýrið á fyrsta sinni, noyðist eg at staðfesta, at hann er ein av teimum, sum hevur havt størstu ávirkanina á politiska umskiftið, sum fór fram undir tí landsstýrinum. Tá vísti hann saman við Atla Dam gott politiskt handverk. Hann var bæði dugnaligur og gløggur, heldur fyrrverandi sambandsløgmaðurin
Talvið um løgtingshúsið
Sigur tú løgtingshús, dagar andlitsbráið á Finnboga alt fyri eitt undan mønini í hugaheiminum. Løgtingshúsið og Finnbogi eru vorðin so at siamesisk.
Í hesum máli verður Finnbogi skuldsettur fyri mangt og hvat. At ætla at reisa sær ein minnisvarða, sum gomlu kommunistaleiðararnir hinumegin Jarntjaldið. At søpla almennan pening burtur til grót og glas. At vera taktiskt óklókur, nú fullveldið stendur fyri durðum.
Sjálvur vil Finnbogi í hvussu so er ikki hava ta seinastu skuldsetingina sitandi á sær. Og hetta prógvar kanska júst, hvussu taktiskur hann í veruleikanum er. Og at tað eru stórmál, sum eru grundarlagið undir taktisku tonkunum.
? Eg vildi mælt til, at tingmenn stóðu saman um hetta mál. Hetta er ein partur av parlamentarisku menningini í Føroyum. Tingmenn hava fingið nóg góða løn, og tað hevur hækkað politiska støðið. Næsta stigið er eitt gott og bæriligt hús, sum kann skunda undir, at kvinnur og menn fáa áhuga í størri valdi í landinum. Ytri umstøður elva eisini til ynski um størri vald. Tí hava teir afturhaldssinnaðu m.a. ongantíð verið fyri einum føroyskum parlamenti, sum í hvussu so er stendur mát við amtmansborgina í vavi, sigur taktikarin Finnbogi Ísakson.
Hóast vónbrotin, vil hann ikki viðganga, at hann hevur tapt.
? Løgtingshúsið? Ja, tað er lagt til viks eina tíð?
Næstu ferð løgtingsfundur er, og Eyðun Viderø avloysir Finnboga í formanssessinum eina løtu, er Finnbogi kanska aftur á løgtingsloftinum. Einsamallur. Við álboganum í lógvanum og sigarett fyri munnin. Válandi eftir gólvinum, meðan hann hugsar talvið liðugt?