Eftir at Televarpið skjótt verður sent í stovunum kring Føroyar, ásannar stjórin í SVF, Mikkjal Helmsdal, at leiðslan noyðist at taka broytingarnar í føroyska sjónvarpsheiminum til eftirtektar. Mikkjal Helmsdal sigur, at sjálvsagt verður Sjónvarp Føroya ávirkað av nýggja sjónvarpinum, men at broytingar hóast tað ikki verða gjørdar í bræði.
- Fyrst mugu vit í SVF síggja, hvussu undirtøkan verður av Televarpinum millum føroysku hyggjararnar. Í løtuni sær helvtin av føroya fólki Danmark Radio, og um talið kemur uppá eini 80%, tvs. um Televarpið fær 30% av hyggjarum afturat, noyðast vit at justera okkara skrá, sigur Mikkjal Helmsdal.
SVF sendir nógv av sínum tilfari frá rásunum hjá Danmark Radio, DR1 og DR2, og hann vísir á, at um størsti parturin av føroya fólki longu fer at síggja hesar rásir á Televarpinum og parabolum, verður einki høpi í at senda sama tilfar á SVF. Tískil verður SVF noytt at broyta sína skrá, men stjórin í Sjónvarpi Føroya sigur, at áðrenn nakað verður gjørt, er neyðugt at bíða og vita, hvussu undirtøkan av Televarpinum og útlendsku rásunum verður.
Vilja framleiða føroyskt
Sjónvarpsstjórin hevur fyrr víst á, at betri karmar skuldu verðið skaptir fyri framleiðslu av føroyskum tilfari, og Mikkjal Helmsdal vísir framvegis á, at ynskiliga støðan í SVF er størri nøgd og meiri senditíð av føroyskum tilfari.
- Tíðin er komin, at vit spyrja okkum sjálvi, hvat vit í veruleikanum vilja við føroyskum sjónvarpi. Er ætlanin bert at senda eina ørgrynnu av útlendskum rásum, ella skulu vit skapa karmar og grundarlag fyri føroyskum sjónvarpstilfarið, spyr Mikkjal Helmsdal. Hann vísir á, at við Televarpinum og mongu útlendsku rásunum hevði sjálvsagt verið best, um SVF framleiddi og sendi føroyskar sendingar burturav, tí annars fara føroysku sjónvarpsstøðirnar at líkjast ov nógv við sama danska tilfari.
Politiskur spurningur
Mikkjal Helmsdal sigur, at hetta er ein politiskur spurningur, og hann saknar, at man frá politiskari síðu tekur støðu til, um man veruliga ynskir at hava eitt føroyskt sjónvarp.
- Í løtuni hava vit stutt sagt ikki fíggjarligar karmar at senda tað nøgd av føroyskum tilfari, sum vit høvdu ynskt. Mikkjal Helmsdal sigur víðari, at ynski hjá SVF hevði verið at sent føroyskt og útlendskt helvt um helvt, og at útlendska tilfarið skuldi verið umarbeitt til føroysk viðurskifti við føroyskum teksti, føroyskari talu o.s.fr.
Hetta botnar í fíggjarligu viðurskiftunum hjá SVF, og í løtuni noyðist Sjónvarp Føroya at avmarka seg við føroyskum tilfari eftir peningaligu viðurskiftunum, tí føroyskar sendingar eru nevniliga nógv meiri kostnaðarmiklar enn útlendskt tilfar.
- Tilfar frá t.d. DR1 og DR2 er ókeypis, og tað er so at siga til reiðar at senda. Føroyskt tilfar krevur bæði tíð, pening og arbeiðsmegi, og tískil skuldi verið stungið út í kortið frá politiskari síðu, um Sjónvarp Føroya skal vera ein sjónvarpsstøð við føroyskum tilfari burturav, sigur Mikkjal Helmsdal at enda.
Í løtuni er nøgdin av føroyskum sendingum ov avmarkað, og við Televarpinum sum nýggjari sjónvarpsstøð, sum sambært Trónda Djurhuss fer at senda fjølbroytt útlendskt tilfar, er avgjørt neyðugt at skapa betri fíggjarligar karmar fyri einum føroyskum sjónvarpi við føroyskum tilfari.