Telegraph: Laura er tann góði føroyski samverjin

Tilvildarligar, vinaligar gerðir. Tá ein fremmandur sýnir tær óvæntaðan blíðskap. Tað hendir kanska oftari, enn vit geva okkum far um.

 

Enski miðilin the Telegraph hevur spurt síni ferðalívstíðindafólk um at siga sær nakrar søgur, tá tey hava møtt góðum samverjum á ferðum teirra. Millum teirra verður ein føroyingur nevndur.

 

Tað er Marcel Theroux, sum sigur frá blíðu konuni, sum hann møtti í Tjørnuvík. Hann greiðir frá, at tað var ikki fyrr enn han sat til borðs, at hann skilti, at hetta var ikki hvør sum helst. Hetta var væl umtókta føroyska sjónleikarkvinnan Laura Joensen.

- Tað var sum um at Helen Mirren (oscarvinnandi sjónleikari) hevði bjóðað einum fremmandum heim til postai og eplamorl, skrivar Marcel Theroux.

 

Hann greiðir frá, at hann møtti systkinadóttir Lauru á einum gongutúri í føroysku náttúruni. Í prátinum nevndi hann, at hann kundi hugsað sær at smakka okkurt av føroyska matinum. Tá Laura Joensen fekk frænir av hesum, bjóðaði hon honum til døgurða dagin eftir.

- Hon bjóðaði mær ræst kjøt, sum luktaði sum bláur ostur, tvøst, og eina sós úr seyðagøgnum, nevnd garnatálg, sum verður etin saman við turkaðum fiski, greiðir Marcel Theraux frá.

 

Tískil kallar hann Lauru Joensen fyri tann góða, føroyska samverjan.