Tekur 24 minuttir at koyra runt Cityringen

Nýggja metrolinjan í Keypmannahavn, Cityringen, læt upp í dag. Margreta drotning var fyrsta ferðafólkið

Hvussu skjótt kunnu metrotokini í Cityringen í Keypmannahavn koyra? Les her um nýggju metrolinjuna sum varð tikin í nýtslu í dag.

Her kanst tú lesa um nýggju metrolinjuna í Keypmannahavn:

– Metrolinjan er nevndur Cityringen, tí hann fer í ein sirkul og bindur saman býarpartanra, Indre By, Østerbor, Nørrebro, Vesterbro og Frederiksberg.

##med2##

– Cityringen er 15,5 kilometrar langur í tunlum undir jørð.

– Nýggje metrolinjar hevur 17 støðir undir jørð.

– Hvør støð er sermerkt og hevur síni egnu eyðkenni, sum skal gera tað lættari hjá ferðafólki at kenna seg aftur, tá tey ferðast við metroini.

– Á tveimum av støðunum, Frederiksberg og Kongens Nytorv, ber til at skifta til tær verandi metrolinjurnar.

##med3##

– Miðalferðin hjá metronini er 40 kilometrar um tíman. Toppferðin er 90 kilometrar um tíman.

– Tað tekur 24 minuttir at koyra kring allan Cityringen.

– Metrofelagið roknar við, at ferðafólkatalið við Cityringen verður næstan tvífaldað frá 65 milliónum til 120 milliónir ferðafólk um árið.

##med4##

– Á metrostøðunum eru settir upp 150 beinkir og plantað eru næstan 800 trø.

– Cityringen er næststørsta metroverkætlan í Evropa í løtuni – bert Crossrail-verkætlanin í bretska høvuðsstaðnum London er størri.

– Byggingin er tann størsta í høvuðsstaðnum í sløk 400 ár, síðani Christian IV bygdi Christianshavn.

Fyrsta ferðafólkið við Cityringen var Margreta drotning.

 

/ritzau/

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##