Svenskir miðnámsskúlanæmingar kunnu nú velja undirvísing í teknmáli á jøvnum føti við onnur mál.
Eisini talar alt fyri, at teknmál eisini í framtíðini fer at geva stig í undirvísingina, og tað fegnast feløgini fyri deyv og hoyritarnað.
Vónandi fara fleiri at velja teknmál, so tað kann fáa eitt størri pláss í samfelagnum, sigur aðalskrivarin í felagnum fyri ung hoyribrekað, Maria Öjmertz.
Og eisini hevur tað nógv at siga í longdini, at alsamt fleiri hava teknmálsførleikar innan fleiri yrki.
Í longri tíð hava feløgini fyri deyv og hoyritarnað arbeitt fyri at geva teknmálinum størri tign, og nú er líkt til, at tey heysta fruktir av sínum arbeiði.