Tekniskur feilur er nú rættaður

Tølini á Vevlistanum vísa nú veruligu ferðsluna á in.fo

- Í fyrrakvøldið varð gjørt vart við ein feil í keldukotuni hjá tíðindaportalinum hjá Miðlahúsinum, in.fo, sum hevði við sær, at í umleið helvtini av førunum, var teljarin hjá Google Analytics settur inn tvær ferðir.

 

Tað sigur Halgir Winther Nagata, á Vevlistin.fo.

 

- Hetta merkir, at tiltíðir vórðu einstakar sýndar síður taldar sum tvær.

 

- Vevlistin brúkar tølini sum Google Analytics mátar, og tí hevði hetta við sær, at talið av sýndum síðum hjá in.fo á vevlistanum tyktiskt hægri, enn tað í veruleikanum er.

 

- Málið varð kannað, so skjótt sum hetta gjørdist greitt. Takkað verið nágreiniligu kanningini, sum brúkarar á Facebook bólkinum "Føroyingar og OpenSource" framdu, bar til hjá in.fo at finna og rætta feilin longu seinnapartin í gjár.

 

- Vevlistin hevur fylgt við tølunum, sum eru komin inn síðani, og alt bendir á at villan er komin í rættlag, og at tølini nú avspegla veruligu ferðsluna á heimasíðuni in.fo, sigur Halgir Winther Nagata.

 

Hann staðfestir, at Google Analytics er heimsins mest brúkta vevmátingarskipan. Tí eru øll tøl á Vevlistanum heintað beinleiðis úr hesari skipan, fyri at trúvirðið altíð skal vera í hásæti.

 

- Einasti møguleiki fyri, at tølini gerast skeiv, er at brúkarin sjálvur ger eina villu í implementeringini av teljaranum, ein vandi sum allar vevmátingarskipanir hava til felags.

 

Á Vevlistanum hevur kundin sjálvur ábyrgd av rættari implementering av Google Analytics teljaranum.

 

- Frameftir hevur Vevlistin broytt mannagongd, soleiðis at implementeringin av teljaranum verður kannað, áðrenn nýggjar síður leggjast afturat listanum, fyri at fyribyrgja at slíkar villur aftur gera seg galdandi, sigur Halgir Winther Nagata á vevlistin.fo