Hvat ger man. Vit hoyra bara at skipið siglur ikki, so má tú sjálvur gita hvat hendur, verður skipið liggjandi leingi.
Fólk skal til abreiðis á miðstaðarøkinum kl 08.00.
Hvat nú tey ikki møta ella um nú arbeiðsplassi skal siga fólki upp. Ja so er nokk fragast at siga tey upp, sum ikki møta til arbeiðis.
Hvat við at seta annað skip í sigling ella kunna um tað í miðlunum, ikki bara vísa til heimasíðuna, øll ganga ikki við teldu í reyvalummanum.
Tað eru mong, sum missunna okkum Sandoyartunnilin og halda at vit hava nóg góða rutu sum er, men tað fremmanda fólkið kemur í Sandoynna og uppliva at hava staðið í kø í fleiri tímar, men ikki sleppa við álíkavæl, tá ilskast tey.
Tað gevur at bíta, Teistin silgdi eykatúr við borgarstjóranum í Tórshavn, meðan køin var av Gomlurætt heim at Velbastað, og var eg ein av teimum, sum skuldi til arbeiðis, men var ovseinur. Heðin Mortensen borgarstjóri hevði annars sloppið til Tórshavnar hálvan tíma seinni, um hann bíðaði sum onnur vanlig fólk.
Eg spurdi umborð hvat hetta var. Jú ordrar frá Strandferðsluni?
Sandoyggin verður illa hagreidd sum støðan er, men kanska verður betur nú Føroyar eru eitt valdømi, at vit fáa meira akademikarar í løgtingið.
Føroyar leingi livi!