Tekjurnar rivu

Illveðrið kom eftir øllum at døma rættiliga illa við hjá fólki fríggjakvøldið. Politiið fekk fleiri fráboðanir um stormskaðar kring landið, eitt nú tekjur sum rivu í Hvalba, Eysturoynni og í Klaksvík. Tó var ongin álvarsligur skaði. Tí heitir politiið á fólk, um at surra alt leyst fast, so tað ikki fer við vindinum.