Tekjan á Skúlanum á Ziskatrøð skiftast

Vegna bruna- og roykskaða av eldinum, sum var í alis- og evnisfrøðistovuni fyrr í summar, varð neyðugt at skifta alla tekjuna í skúlanum.

Størra helvtin av langsíðuni er nú skift hesa vikuna. Eftir ætlan og um veðrið spælir við, so verður resin av tekjuni skift fyri Ólavsøku.

Í sambandi við eldskaðan hevur verið hópin av vaski- og uppruddingararbeiði og nógvar leiðingar eru útskiftar. Øll loftini í ovastu hædd skulu skiftast.

Eftir ætlan skal skúlin verða tókur at taka í nýtslu mánadagin 15. august. Tó ikki alis- og evnisfrøðistovan, tí har er so nógv at fara um.