Tekin um stórar batar í havinum

Eftir at toskaveiðan í føroyskum sjógvi hevur verið sera lítil seinastu árini, samstundis sum gýtingarstovnurin hevur verið søguliga lítil, bendir nú mangt á, at náttúruviðurskiftini aftur eru við okkum. Eftir at Havstovan hevur gjørt sínar yngul-og ætikanningar, er niðurstøðan, at gróðurin á landgrunninum í ár er væl yvir miðal, og fiskayngulin er yvirhøvur væl vaksin og hevur nógva føði í maganum. Sera nógv varð fingið av hvítingsbróðuryngli, eins og væl varð fingið av nebbasilda-, toska-og hýsuyngli

Náttúra

 

Í seinnu helvt av juni var Magnus Heinason úti og gjørdi yngul-og ætikanningar fyri Havstovuna. Á túrinum, sum byrjaði 19. juni og varð liðugur 29. juni, var Jákup Reinert toktleiðari. Onnur, sum umboðaðu Havstovuna við havrannsóknarskipinum, vóru Eilif Gaard, Sólvá Jacobsen, Lis Larsen og Rógvi Mouritsen.

Endamálið við yngul-og ætikanningunum er, sum Havstovan sigur, at fáa eitt mát fyri árgangsstyrkini hjá toski á landgrunninum og á Føroyabanka. Málið er eisini at fáa ábendingar um árgangsstyrkina eins og útbreiðslu og støddir hjá øðrum fiskasløgum, eitt nú hýsu, hvítingsbróðuri og nebbasild.

Tað er yngul, sum dentur verður lagdur á at kanna í hesum føri.

Hugt verður eisini at pelagisku vistfrøðini á landgrunninum og á Føroyabanka, umframt at ”fronturin” kring landgrunnin eisini verður kannaður.

Í sínari niðurstøðu eftir kanningarnar, sigur Havstovan, at gróðurin á landgrunninum í ár er væl yvir miðal, og at fiskayngulin yvirhøvur er væl vaksin og hevur nógva føði í maganum. Sera nógv varð fingið av hvítingsbróðuryngli, eins og væl varð fingið av nebbasilda-, toska-og hýsuyngli.

Tað er niðurstøðan hjá Havstovuni í stuttum.

Sambært frágreiðingini, sum er skrivað um túrin, gekk alt væl á ferðini, og allar tær ætlaðu støðirnar vórðu tiknar. Onkur av manningini noyddist í land til fundar, men kom umborð aftur seinni á túrinum. Sum dagarnir gingu, og allar støðirnar vórðu tiknar, var Magnus Heinason aftur á Havnini einar 10 dagar eftir, at túrurin var byrjaður.

Jákup Reinert og Eilif Gaard, sum hava skrivað frágreiðingina um yngul-og ætikanningarnar, siga, at Føroyabanki vanliga er við í hesum kanningum, men í ár varð bert landgrunnurin kannaður.

- Í staðin fyri at kanna Føroyabanka, vórðu tveir dagar heldur brúktir til at kanna nebbasild á landgrunninum og kemur ein serstøk frágreiðing um hesar kanningar seinni, siga teir.

 

23 fiskasløg

Á einum øki vórðu 37 støðir tiknar, 34 í einum øðrum og 19 í einum triðja øki. Soleiðis vórðu tilsamans 90 støðir tiknar á hesum túrinum hjá Magnusi Heinasyni.

Djóraæti varð kannað á somu støðum, umframt at toska-og hýsuyngul eisini varð tikið til magakanningar.Yngulhál og royndir til kanning av umhvørvinum vórðu tikin og kannað samsvarandi túraætlan og sýnishandbókum.

Fyribilsúrslitini hjá Havstovuni vísa, at 23 ymisk sløg av fiskayngli vórðu fingið í mun til 25 sløg seinasta ár.

- Samanborið við 2008 fekk Magnus Heinason á hesum túrinum meira av átta fiskasløgum, nevniliga toski, hvítingsbróðir, sandsprøku, lállu, tungu, hornabrosmu og stubba, meðan minni varð fingið av øllum hinum 15 fiskasløgunum.

Jákup Reinert og Eilif Gaard siga, at við onkrum undantaki var yngulin í ár væl fyri.

- Á landgrunninum verður vanliga nógv mest fingið av hvítingsbróðuri, og soleiðis var eisini í ár. Eftir trý fylgjandi vánalig ár, var nøgdin av hvítingsbróðir sera stór í fjør, og í ár var nøgdin ájavnt henni í ár 2000, sum tá var metár, siga teir.

 

Sera áhugavert

Eitt annað áhugavert, sum kanningarnar hjá Havstovuni vísa, er, at nú bragdar ordiliga aftur við nebbasild, sum eitt nú er grundarlagið undir føðini hjá fiski og fugli.

- Sera lítið hevur verið av nebbasild á landgrunninum árini 2005-2007, men í fjør var aftur so nógv nebbasild, sum ikki hevur verið at fingið áður síðan heilt aftur til 1974. Hóast væl minni vísir seg at vera av nebbasild í ár, er nøgdin kortini ájavnt við tey bestu árini í fleiri ár.

Jákup og Eilif halda, at nógv føði skuldi verið til steðar, bæði hjá fugli og fiski, og tað ger støðuna uppaftur betri, at nógv eisini er til av hvítingsbróðuri.

Havstovan hevur eisini gjørt upp nøgdina av toskayngli á landgrunninum síðan 1974.

- Eftir at nøgdin av toskayngli í fleiri ár hevur verið minkandi niður á eitt sera lágt støði árini 2005-2007, vaks hon aftur í 2008 til at vera beint omanfyri eitt miðal ár fyri alt tíðarskeiðið síðan 1974.

Jákup Reinert og Eilif Gaard kunnu vísa á tað gleðiliga, at nøgdin av toskayngli í ár er nærum tvífalt so stór sum í fjør, ið sum nevnt var yvir miðal.

- Hetta er sera áhugavert, tá framtíðartilgongdin til toskastovnin verður havd í huga. Kortini eiga vit at hava í huga, at hesin yngul fyrst skal svimja inn undir land, har hann veksur upp í 1-2 ár, áðrenn hann leitar út í tann vaksna stovnin.

Teir vísa á, at í hesum tíðarskeiði kann nógv henda, og vanlig verður roknað við, at endaliga boðið upp á, hvussu gýtingin hjá toski hevur hildnast, ikki fæst fyrr enn í endanum á uppvakstrartíðini.

Sum nevnt í byrjanini, hava kanningarnar hjá Havstovuni eisini til endamáls at kanna hýsuyngul, og fyri hýsu gjørdist úrslitið gott, hóast tað er nakað minni enn í fjør.

- Vert er at leggja til merkis, at í fjør varð mest veitt á tí djúpa økinum (II), men í ár varð mest veitt í teimum grynru økjunum (IN og IS).

Jákup og Eilif halda, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu nógv kemur undan gýtingini í ár, men longu komandi vár fæst vitan um hetta, tá Magnus Heinason fer at gera regluligu yvirlitstrolingarnar.

 

Onnur fiskasløg

- Sæð burtur frá metárinum ár 2000, tá sera nógv varð fingið av stórum sildayngli, ið vísti seg at vera summar/heyst gýtandi sild frá árinum fyri, hava bert einstøk sildayngul verið at fingið á yngulkanningunum. Í 2007-2008 var tó ein lítil vøkstur, men lítið varð fingið í ár. Eftir støddini at døma kundi sildin verið gýtt í vár.

Teir báðir vísa í síni frágreiðing á, at eitt fiskaslag, sum er vaksið

nógv seinastu árini, er hvítingur. 2008 var tað besta árið

nakrantíð, men í ár var munandi minni at fáa.

- Vanligt er at fáa nakað av vaksnum hvítingi í yngultrolið, og hetta er eftir magainnihaldinum at døma fiskur, sum ferðast uppí sjógvin eftir føði. Lutfalsliga lítið varð fingið í ár í mun til onnur ár.

Jákup Reinert og Eilif Gaard siga um vistfrøðina á landgrunninum, at sjógvurin við Føroyar hevur verið rættiliga heitur og saltur seinastu árini, og hendan gongdin heldur fram í ár. Inni á landgrunninum var hitin millum 9,1 og 9,2° C, og uttan fyri landgrunsfrontin var hann heitari.

- Sum vant var sjógvurin eitt vet kaldari eystanfyri enn vestanfyri. Undir landi vestanfyri var sjógvurin sum heild rættiliga saltur, meðan tann feskasti sjógvurin var eystanfyri. Samstundis var sjógvurin heitastur heilt inn móti landi í Vágahavinum, meðan hann var kaldari inn móti landi eystanfyri. Hetta bendir á, at sjógvurin nýliga er komin inn á landgrunnin í Vágahavinum, leggja teir aftrat.

 

Æti í sjónum

Tríggjar dagar, áðrenn túrurin hjá Magnusi Heinason byrjaði, vístu mátingar í Skopunarfirði stórar nøgdir av plantuæti, men kanningarnar vístu, at plantuætið minkaði rættiliga ógvusliga í døgunum, meðan túrurin vardi.

- Vit byrjaðu mátingarnar eystanfyri Sandoynna, fóru síðan í Suðuroyarfjørð og hildu eftir tað norðureftir eystanfyri og síðan runt landgrunnin.

Teir siga, at samanumtikið er árið 2009 eitt gott ár til gróður á landgrunninum.

- Gróðurin kom tíðliga í ár, og gróður var í alt vár. Sum heild hevur væl verið av plantuæti, heilt frá tíðliga í vár og til miðjan juni - hóast lítið av plantuæti varð mátað á túrinum, siga teir.

Jákup Reinert og Eilif Gaard vísa á, at undir landi eystanfyri og norðanfyri var sera lítið av djóraæti, tó at føðiviðurskiftini hava verið góð í vár og í summar.

- Sannlíkt tykist vera, at djóraætið verður etið. Úti á var væl av reyðæti allastaðni, og undir landi øktust nøgdirnar av reyðæti, tá vit komu vestur móti Mýlingsgrunninum, og nøgdirnar vuksu enn meira í Vágahavinum, Sandshavinum og vestanfyri Suðuroynna.

Úti á var væl av reyðæti

Hetta ljóðar sera áhugavert, tá Jákup og Eilif samstundis siga í síni frágreiðing, at reyðæti var høvuðsføðin hjá toska- og hýsuynglinum.

- Sum heild át fiskurin nógv. Sjálvt á støðum, har heilt lítið var av djóraæti í sjónum, hevði fiskayngulin hampuliga nógv í magunum, og bert fáir magar vóru tómir. Møguliga hava støddirnar á fiskinum týdning, tí stórur yngul svimur skjótari og er tí helst betri førur fyri at leita meira víða eftir føði enn smærri fiskur, siga Jákup Reinert og Eilif Gaard í frágreiðing síni.