Teitur á Spot Festivalinum

Enn eitt føroyskt tónleikanavn er komið á skránna fyri Spot festivalin í Århus, nú festivalurin hevur almannakunngjørt samlaðu skránna, stendur eisini Teitur á listanum.

Spot festivalurin hevur nú kunngjørt øll nøvnini á ársins festivali, og fjórða føroyska navnið á ársins festivali er Teitur. Teitur hevur áður spælt fleiri ferðir á Spot festivalunum, og er tað ein munandi kendari Teitur, ið nú fer á pallin í Århus, enn fyrstu ferð hann vitjaði festivalin í 1999. Tað var á hesum festivali, at Teitur veruliga fekk glið á sína yrkisleið sum tónleikari.
 
Spot-Festivalurin er í stóran mun ein ídnaðarfestivalur, har eini 400-500 fólk úr evropeiska tónleikaídnaðinum luttaka. Men samstundis eru eisini nógvir vanligir áskoðarar. Festivalurin er hildin í nógvum ymiskum hølum í jútlendska høvuðstaðnum, við nógvum ymiskum sløgum at konsertum.
Næsta ár verður 12. ferð at skipað verður fyri hesum festivali, ið alsamt gerst ein meira virdur sýnisgluggi fyri norðurlendskan tónleik.
 
Frammanundan eru 200, The Dreams og Høgni Lisberg á ársins skrá, umframt at Valravn, við føroysku songkvinnuni Onnu Katrina Egilstrø á odda. Hon syngur, spælir floytu, davul, tambourin og slagverk. Valravn vitjar seinni í summar  í Føroyum í sambandi við fólkatónleikarstevnuna, og fer í hesum sambandi á pallin á G!
 
Samlaði listin av bólkum liggur á heimasíðuni spotfestival.dk