Skipið skal til eftirlit og til ávísar umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju. Á skipasmiðjuni verður millum annað bógvportri umvælt og maskinaríi skal hava 5 ára eftirlit.
Í tíðindaskrivi sigur Strandferðslan, at skipið væntandi er aftur í sigling í viku 21. Tað er vikan, har 19. mai er mánadagur. Ternan fer at røkja farleiðina um Skopunarfjørð, meðan Teistin er á sleipistøð.