Týsdagin fór Teistin undri regluliga sigling í Hest og Sosialurin var við á øðrum túrinum. Teistin smeyg sær sum ein állur lætt og elegant yvir Hestfjørð og legði at í Hesti, eins lætt og ein bilur parkerar á einum rúmligum parkeringsplássi.
-Og morguntúrurin er altavgerandi skulu ung fólk støðast í bygdini, sigur Hallur Johannesen, sum er uppvaksin í Hesti, men fór sum 19 ára gamal til Havnar at ganga at læra.
-Tey ungu, sum fara úr Hesti at ganga í framhaldsskúla í Havn og síðan enda í Hoydølum, hava verið seks ár burtur, tá tey eru liðug og tá er sambandið við heimbygdina kvett med alla og heimbygdin verður ikki annað enn staðurin ein vitjar aftur til høgtíðir og í feriu, sigur Hallur Johannsen. Hann tosar av royndum.
-Av teimum 15 børnunum, sum búðu í Hesti, tá eg vaks upp, eru bert tvey búføst í Hesti í dag, restin býr aðrataðni.
-Skulu tey ungu trívast í Hesti, so mugu tey búgva har, eisini tá tey ganga í skúla í Havn og skal hetta lata seg gera, so má Teistin leggja at í Hesti um morgunin tíðliga eisini, sigur hann.
Skelkað av sandoyingum
-Vit eru rættuliga skelkað av útspælinum hjá sandoyingum við Páll á Reynatúgvu, tingmanni á odda. Hestoy og Sandoy hava altíð verið knýttar saman í samferðslunetinum og tá avgerð varð tikin um at smíða nýggja sandoyarferju kom ongantíð upp tal at Teistin ikki skuldi sigla í Hest teir týdningarmiklastu túrarnar á degnum, sigur Hallur Johannesen.
-Fyri mær sær tað út sum, at Páll á Reynatúgvu hevur sett sær sum persónligt mál at avtofta Hest, fyri at røkja egin áhugamál. Alternativið til, at Teistin ikki skal sigla um morgunin er, at nýtt nógv minni skip skal byggjast og tá fáa vit als ikki part í stóra framstignum, sum Teistin saman við nýggju havnini í Hesti hevur givið okkum. Eg eri rættuliga irriteraður inn á gongdina seinastu vikurnar og eg haldi at sandoyingar eru dekan í stórlátaðir, ikki at kunna sita nakrar minuttir longur umborð á Teistanum, soleiðis at bæði sandoyingar og hestmenn kunnu fáa nakað burtur úr okkara nýggju og góðu ferju, sigur Hallur Johannesen.
-Og sjónarmiðið hjá Páll á Reynatúgvu um, at túrurin í Hest skal leingja ferðina við einum hálvum tíma passar als ikki í øllum førum. Tá harður streymur er, og tað er hann also ein fittan part av árinum, so má Teistin liggja og banka eina góða løtu í mótstreymi, tá hann er komin um Halin og skal yvir Hestfjørð. Eg veit ikki hvussu tað er við Teistanum, men á eystfallinum og serliga á landsynningi, tá kom Tróndur næstan altíð heilt norð fyri bygdini, áðrenn hann legði yvir um fjørðin. Tá fekk hann viðstreym í Íðuni norður við Hestlandinum og undanstreym, tá hann var komin norður til bygdina. Og samstundis slapp hann undan rullinum, tí tað kann vera sera stórsjógva suðuri í fjørðinum á eystfallinum, tá hann er landsynningur og tað rekur upp í ættina, sigur Hallur Johannesen.
Frálíkt skip
Á næsta túrinum hjá Teistanum var fólkaflutningsleiðarin hjá Strandferðsluni Poul Jákup Thomsen saman við tekniska stjóranum á Strandferðsluni Magnus Magnussen. Teir hildu eyguni við skiparanum Eyðun Holm. Hann stóð við einum saligum smíli og stýrdi knøttunum og Teistin aktaði hansara minstu boð.
-Hetta er eitt veldugt skip, og tað roynist eisini sera væl, tá óslætt er. Sjálvt fólk, sum ræddust fjørðin í Sandoy og sum ongantíð hættaður sær yvir um, tá óslætt var, himprast ikki tí dag. Teistin rullar slett ikki og hetta er eitt sera trygt og manureriligt skip, sigur Magnus Magnussen, sum hevur verið við í hesum projektinum frá byrjan.
-Tá teknisku kanningarnar av Havnini í Hesti vóru royndar í einum modeli í Danmark hvørdu teir gjørt ein feil við innsiglingina í Hesti, soleiðis at streymurin var alt ov harður, so harður sum hann ongantíð kann blíva í veruleikanum. Tað var ógjørligt at fáa modellið av Trónda inn í havnina. Hann endaði í syðra grótgarðinum hvørja ferð. Men ongin trupuleiki var hjá Teistanum, sigur Magnus Magnussen, tekninskur stjóri á Strandferðsluni.