Teistin, sum skuldi fara av Gomlurætt til Skopunar klokkan 15.45, er seinkaður orsaka av breki. Sum skilst ferjan seinkað minst ein tíma. Dysturin millum B71 og B36 verður tó ikki ávirkaður av hesum.
Hópurin hjá B36 hevði tikið ferjuna fyrr um dagin, men leikbúnarnir komu ikki við henda túrin. Teir skuldu koma við ferjuni klokkan 15.45, men tá henda fráðferðin varð seinkað, varð avrátt at senda klæðini við skjóttgangandi báti til Sandoynna.
Hinvegin standa nógvir bilar á Gomlurætt at bíða eftir at sleppa yvir um nú.










