Teistin ikki til reiðar enn

Teistin, sum bar við land inni í havnini á Gomlurætt hósdagin, verður ikki klárur at sigla aftur fyrr enn miðskeiðis í næstu viku.

Skipið hjá Strandferðsluni, Teistin, fekk hósdagin hol á kúlustevnið og liggur nú á Tórshavnar Skipasmiðju til umvælingar:
- Teistin veður ikki klárur at sigla aftur fyrr enn um nakrar dagar. Umvælingin kundi kanska tikið styttri tíð, men vit ynskja heldur at geva Teistanum ta tíð, tað tekur at gerast 100% klárur aftur, sigur Regin Vágadal, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan hevur sett Ternuna at sigla fyri Teistan.