Rutusiglingin hjá Teistanum í gjár millum Gomlurætt og Skopun varð nógv darvað av ringum veðrið, og aftur í dag eru trupulleikar við samferðsluni um Skopunarfjørð.
Strandferðslan boðar í dag frá, at seinastu túrarnir í kvøld verða avlýstir. Í staðin siglir Teistin síðsta túrin av Skopun klokkan 18 í kvøld og av Gomlurætt klokkan 19.15.
Fyrsti túrurin í morgin er eisini avlýstur, og í staðin siglir Teistin fyrsta túrin av Skopun klokkan hálvgum tíggju. Aftaná tað er ætlanin at fylgja ferðaætlanina, tó at óreglusemi kann koma í siglingina fyrrapart í morgin.

Mynd frá Teistanum í gjár.
Teistin avlýsir í kvøld

Mynd frá Teistanum í gjár.

Mynd frá Teistanum í gjár.

Mynd frá Teistanum í gjár.

Mynd frá Teistanum í gjár.

Mynd frá Teistanum í gjár.

Mynd frá Teistanum í gjár.