Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Follo snávaðu í dag í uppflytingarstríðnum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Follo leikti javnleik 32-32 móti Charlottenlund á heimavølli. Follo var á odda 17-16 í steðginum.
Teis gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Follo við fimm málum.
Follo er fjórðfremst í deildini við 36 stigum nú bert tveir dystir eru eftir at leika. Follo hevur trý stig upp til Bergen og Sandefjord, ið hava 39 stig hvør. Viking TIF er fremst við 42 stigum.
Nú bert fýra stig eru eftir at kappast um sær tað svart út hjá Follo at vinna sær uppflyting til bestu deildina.
3. mai spælir Follo móti Melhus á útivølli.
Teis fer nú at ferðast heim at fyrireika seg saman við hinum á landsliðnum til týdningarmesta A-landsdystin nakrantíð, EM-undankappingardystin móti Ukraina í høllini á Hálsi, mikukvøldið klokkan 19.