Bólkurin Páll Finnur Páll plagar ikki at leggja fingrarnar ímillum, tá ið teir skriva sangir. Teir plaga at arga fólk við óskikkiligum tekstum ? ja, summi vildu helst sagt ónærisligum ? og ein av teimum er at finna á útgávuni Livandi tónleikur. Tann sangurin kallast Blottarir, og hevði neyvan verið borðbærur til hesa publikatión.
Til Prixið var Páll Finnur Páll á eini meira varisligari kós, tá ið tað ráddi um orðini.
Men hvat varð so av teimum illavorðnum sangunum?
? Vit hildu ikki, at tað tænti nøkrum endamálið at spæla teir til Prixið, tí teir kundu bara øst dómarar og fólk meira enn neyðugt var, sigur Finnur Jensen, sum er annar av forsangaranum í bólkinum.
Men hava tit so slept hesum sangum?
? Nei, tað hava vit ikki. Har eru fleiri av slagnum við á útgávuni hjá okkum, sum kemur í summar.