Vestmenningar hava vant sum vanligt fram til finaludystin ímóti Neistanum í Vestmanna í dag. Hjalmar Klein Olsen sigur, at teir hava ikki vant meira enn vanligt, og venjing, sum vant, hevur verið skipað út frá hvat mótstøðuliðið er, næstu ferð teir skulu á vøllin.
Allir eru klárir
Eins og hjá Neistanum, so eru allir leikararnir hjá VÍF klárir til dystin í dag. Hópurin verður tann sami, sum hann var á Skála sunnudagin. Einasti spælarin, sum er skaddur, er Daniel Rapa, men hann hevur verið so lítið við í ár.
Hjalmar sigur seg rokna við, at Neistin í stóran mun fer at taka teir stóru skjúttarnar hjá vestmenningum, Inga og Sámal, burtur úr dystinum, og tískil verður tað ein stór uppgáva hjá Hjalmari at fáa teir ungu leikararnar at taka yvir og harvið vísa ábyrgd. Í hesum sambandi nevnir venjarin hjá vestmenningum, at tað hava ungu spælararnir megnað væl higartil í kappingarárinum, so tað stúrir hann ikki fyri.
At Neistin hevur minni roynt fólk enn VÍF, er Hjalmar ikki heilt samdur í, men hann sigur, at telur man saman, hvussu nógvar 1. deildardystir leikararnir í teimum báðum hópunum hava spælt tilsamans, so hevur neistahópurin óivað spælt líka nógv sum hópurin hjá VÍF. Hinvegin hava so at siga allir leikararnir hjá VÍF spælt fleiri altavgerandi dystir, og tað hava leikararnir hjá Neistanum ikki.
Teir hava bert spælt steypafinaluna, og hon eydnaðist sum kunnugt ikki so væl.
Hjalmar biðin at halda fram sum venjari
At Hjalmar skuldi verða venjari hjá VÍF, var ikki ætlanin, tá ið kappingarárið byrjaði, men tá nakað var farið av kappingarárinum fekk hann eina áheitan frá felagnum um taka við venjarastarvinum, og hann játtaði. Hetta hevur, sum teimum flestu kunnugt, gingið stak væl, og nú hevur nevndin í VÍF so heitt á Hjalmar um at halda fram sum venjari komandi ár. Tað er Hjalmar eisini áhugaður fyri, so alt bendir á, at tað aftur verður hann, ið skal standa við róðrið hjá besta mansliðnum hjá VÍF næsta kappingarár.
Hjalmari dámar væl at verða venjari, og tað er nakað heilt annað enn at vera spælari. Tað skal eitast, at hann leikandi venjari, men seinastu nógvu dystirnar hevur Hjalmar als ikki spælt við. Um hann verður venjari næsta ár, so er tað rættuliga avmarkað, hvussu nógv hann fer at spæla við, sigur Hjalmar, men leggur aftrat, at verður hópurin nógv merktur av skaðum, so er ikki óhugsandi, at hann fer aftur á vøllin.
Annars fara leikararnir sjálvir ikki at gera nakað serligt burtur úr dystinum í morgin, men hittast privat klokkan hálvgum tvey, sum vanligt er. Klokkan trý verður so farið niðan í høllina at gera seg kláran til dystin. At høllin longu tá verður stúgvandi full av áskoðarum, ivast Hjalmar ikki í, og hann sigur, at ætlar man sær góðan sess til dystin í morgin, so noyðist man at vera í góðari tíð.