Komandi sunnudag er fyrsti sunnudagur í advent, og tá verður ein liturgisk kvøldgudstænasta hildin í Glyvra kirkju.
Adventstíðin er ein fyrijáttanartíð, og tí verður evnið fyri gudstænastuna fyrijáttan og uppfylling. Gudstænastan gongur undir heitinum »Teir sjey lestrarnir«. Við hesum heiti verður sipað til sjey lestrar úr Gamla Testamenti.
Felags fyri hesar lestrar, sum standa eitt nú hjá profetunum Jesaja og Mika, er fyrijáttanin um Kristi føðing jólanátt.
Fyri hvønn lestur verður eitt ljós tendrað í sjeyarmaða ljósastakanum, eins og tað fyri hvønn lestur verður sungið úr kenda sálminum »Lat hurðar upp, ger borglið breið, hin dýrdardrottur er á leið!«
Gudstænastan verður kl. 19, og aftan á verður adventshugni í kjallaranum í missiónshúsinum.