Teir næstbestu hjá H71 trýstu KÍF

Ikki fyrr enn í seinastu løtuni av dystinum megnaði KÍF at venda dystinum ímóti næstbesta liðnum hjá H71. Einki avgjørt undan seinnu hálvfinaluni í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum.

Heima í høllini í Kollafirði hevði KÍF mikukvøldið vitjan av næstbesta liðnum hjá H71, tá ið liðini brustu saman í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola-steypakappingini. Tað, sum á pappírinum líktist einum avgreiðsluspurningi hjá KÍF, skuldi vísa seg at gerast ein tepur 29-28-sigur eftir tógvið stríð.

Næstbestir og tó
Hóast tað var næstbesta liðið hjá H71 úr næstbestu deildini, so var talan um eina góða blanding av royndum og ungum leikarum. Eitt nú kann nevnast veteranurin, Halgir Dahl Olesen, og Poul Kjartan Dam, sum í fjør var ein av profilunum á besta liðnum. 20 ára gamli Rúni Højgaard spældi eisini ein sera góðan dyst fyri hjá H71.

H71 stílaði fyri
KÍF fekk bestu byrjanina uppá dystin og kom skjótt á odda 5-2. H71 át seg spakuliga inn aftur í dystin og legði seg fyrstu ferð á odda tá ið 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Teir spældu tá nógv skilabetur við longum álopum og fáum mistøkum, og var tað við til at halda KÍF aftanfyri - eisini hálvleikinum, tá ið støðan var 15-14 til H71.

KÍF kom aftur
Í seinna hálvleiki megnaði H71 at halda fast í leiðsluni heilt fram til tríggir minuttir vóru eftir at leika, tá ið KÍF fyri fyrstu ferð legði seg á odda síðani fyrra hálvleik. Hetta leiðslumálið hjá KÍF, sum var til 29-28, gjørdist eisini endaliga úrslitið, og er tískil framvegis einki avgjørt áðrenn seinna hálvfinalan verður leikt í Hoyvík seinni í mánaðinum.
Nicklas Selvig skeyt sjey mál fyri KÍF, meðan veteranurin Halgir Dahl Olesen skeyt níggju mál fyri H71 1.

KÍF – H71 1 29-28 (14-15)

KÍF: Nicklas Selvig (7) Andrias Nielsen (5) Niklas Reginsson (4) Gert Hansen (3) Arnbjørn Hansen (3) Rúni Joensen (2) Ási Dam (1) Teitur Joensen (1) Hans Eli Sigurbjørnson (1)

Útvísingar: 4x2min.

H71: Halgir Dahl Olesen (9) Rúni Højgaard (7) Hallur Biskopstø (4) Poul Kjartan Dam (3) Rógvi Sørensen (2) Sigmundur Nolsøe (2) Bogi Davidsen (1)

Útvísingar: 4x2min.