Høgni Hoydal sigur fyri øllum Føroya fólki, at tað, ið Fólkaflokkurin sigur, ikki er eftirfarandi. Tað eru ring tíðindi, ið samgongan, Fólkaflokkurin við løgmanni á odda, ber. Teir siga ósatt, teir eru ikki at líta á. Hørð orð ? søgd 3. juli 2003. Men hóast skuldsetingar, sum ein vanligur føroyingur ikki hevði latið farið fram við borðinum. Men Fólkaflokkurin letur ikki við seg koma, og Tjóðveldisflokkurin heldur fast við maktina. At varaløgmaður er sum tey, ið ganga á bingo. Hann heldur seg hava fingið ferð á fullveldisørskap teirra av einum skjali, ið danski forsætisráðharrin skrivaði undir á Tvøroyri. Eitt skjal, sum í veruleikanum ikki segði annað enn tað, heimastýrislógin boðar frá. P.M. Dam sáli segði, at heimastýrislógin var so rúm, at hon gekk at loysingini, men tað kostar. Vilt tú valda, so mást tú gjalda. Tað, ið er vandamikið við nýggja skjalinum, er at nú kann løgmaður av sínum eintingum yvirtaka.
Hugsið tykkum Høgna Hoydal sum løgmann við slíkum heimildum. Teir vilja fullveldi, samstundis sum teir skerja at beini tann rættin, sum gomul og sjúk eiga. Teir hava onki ímóti at yvirtaka og gjalda danskar skyldur, men skerja rættindi hjá gomlum og sjúkum.
Verandi samgonga hevur víst, at hon ikki megnar at stýra okkara lítla samfelagi.
Finski statsministarin varð noydd at leggja frá sær, tí hon hevði sagt ósatt.
Her á landi ber alt til. Hvør kann hava álit á hesum monnum? Teir hava ikki álit á sær sjálvum.
Neyðars neyðars Føroya land.