Teir krossfestu jólamannin

- Jólamaðurin stendur fyri eini yvirdrivnari nýtslu og er settur í Jesusar stað. Tí skal hann krossfestast, siga menn, sum bæði í ár og í fjør hava krossfest jólamannin Ein maður í Washington, Art Conrad, var so troyttur av jólaresi og keypitrýsti, at hann herfyri gjørdi av at gera ?uppreistur?. Hann gjørdi sær ein jólamann og hongdi hann á ein kross í garði sínum.

Tað eru lokal bløð á leiðini, sum skriva hesa søgu, ið norðurlendsk bløð endurgeva í dag.

- Jólanissan hevur mist sína meining. Nú er hon bara ein platformur, sum skal hjálpa handlum at selja meira, sigur Conrad, sum hevur mynd av krossfesta jólamanninum á sínum jólakortum.

Í fjør gjørdi kanadiski listamaðurin, Jimmy Wright, tað sama, sum Art Conrad í ár hevur gjørt.

Ætlanin hjá kanadiaranum var eisini at vísa á, hvussu handilslig jólini eru vorðin.

- Jólamaðurin stendur fyri eini yvirdrivnari nýtslu og er settur í stað Jesusar. Jólamaðurin er soleiðis vorðin høvuðspersónurin í jólunum, segði Jimmy Wright.