Team Rynkeby vil savna tríkvarta millión

Málið hjá føroyska Team Rynkeby er at savna minst 700.000 krónur, sum á ymsan hátt skulu hjálpa føroyskum børnum, ið eru rakt av krabbameini

Tey 35, sum komandi summar skulu manna føroyska Team Rynkeby, hava sum mál at savna í minsta lagi 700.000 krónur til stríðið móti krabbameini.

- Hetta verður gjørt á tann hátt, hvør luttakari – umframt at keypa súkklu og aðra útgerð, sum skal til – skal savna sær stuðlar fyri í minsta lagi 20.000 krónur. Samanlagt skuldi hetta givið í minsta lagi kr. 700.000, sigur Poul Michelsen, ið er ein av limunum í stýrisbólkinum.

Í Danmark verða pengarnir frá Team Rynkeby lætnir til Børnecancerfonden, men føroysku pengarnir fara tó ikki allir til hendan grunnin.

- Lutfalsliga kemur føroyska liðið helst at gjalda meira enn nakað danskt lið. Vit tosaðu tí við Børnecancerfonden um, hvussu vit á bestan hátt kunnu hjálpa føroyskum børnum. Danski grunnurin stuðlar sjálvandi eisini føroyskum børnum, sum koma til Danmarkar, men vit hava gjørt avtalu um, at vit gjalda í mun til íbúgvaratalið til danska grunnin. Restina lata vit til føroyska krabbameinsfelagið, sum so kann nýta peningin í sínum arbeiði til frama fyri føroysk børn, ið eru rakt av krabbameini, sigur Poul Michelsen.

Tá føroyska liðið skuldi setast, høvdu omanfyri 140 fólk sagt seg vilja taka lut. Millum hesi 140 vórðu 35 fólk úttikin, og samansetingin av hesum er tilvitað spjadd, so hon dekkar sum mest av landinum, aldurs- og starvsbólkum, sigur Poul Michelsen.