Fríðin Ziskason, formaður, sigur, at nevndin hevði væntað sær meira av samstarvinum. Tað var serliga aftaná landskappingardystin í Hoyvík, tá Team Klaksvík fekk 13 útvísingar, at nevndin settu spurnartekin við venjaran.
Pole J. Hansen varð burturvístur, tá hann vísti sína ónøgd, og varð leikbannaður í tríggjar dystir.
- Tað eru ymsar hendingar, sum vit ikki hava verið nøgdir við. Felagið vil hava eitt gott grundarlag undir manshondbóltin í Klaksvík, og venjarin hevur ikki beinleiðis arbeitt við tí í huga. Hugurin er minkaður nógv millum spælararnar, og tí vóru vit noyddir at taka hesa avgerðina, sigur Fríðin Ziskason.
Damir Oros er eisini givin í Team Klaksvík. Hann hevur tikið við sum hjálparvenjari hjá Tjaldrinum.
Fríðin Ziskason hevur ábyrgdina av liðnum, meðan nevndin leitar eftir nýggjum venjara.










